Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

16-09-2019

Nýtt skeið í listterapi byrjar 8. oktober


Fyri 15. ferð skipar Krabbameinsfelagið fyri skeiði í listterapi. Bólkurin byrjar 8. oktober og kemur saman 10 ferðir, einaferð um vikuna í 3 til 4 tímar.

Nýtt skeið í listterapi byrjar fyrst í oktober


Fyri 15. ferð skipar Krabbameinsfelagið fyri skeiði í listterapi. Skeiðsleiðari er Fía Lamhauge, life coach og listterapeutur. 


Nær

Bólkurin byrjar 8. oktober og kemur saman 10 ferðir, einaferð um vikuna í 3 til 4 tímar. Seinasti dagur er um miðjan desember.

 

Hvør 

Øll, sum hava ella hava havt krabbamein, kunnu luttaka. Nógv halda seg skula vera listafólk, men tvørturímóti kann tað vera ein fyrimunur ikki at vera vanur at úttrykkja seg kreativt. 

 

Hvat

Royndirnar hjá Krabbameinsfelagnum vísa, at luttakarar í ymsu bólkunum hjá felagnum hava stóra gleði av at vera saman og - frítt og í trúnaði - deila tað, tey hava í felag.                                                                                                                                                       

Á skeiðnum í listterapi kanst tú - umframt at úttrykkja teg í talu - eisini brúka t. d. skriving, tekning og máling. Tú verður vegleidd/ur soleiðis, at tað verður so lætt sum gjørligt at koma í gongd við kreativu uppgávurnar, og hevur hetta higartil ikki verið nakar trupulleiki hjá nøkrum luttakara.                                                                                                                       

 

Dentur verður lagdur á, at tú skalt føla teg so tryggan sum gjørligt, og at umstøðurnar eru fjálgar og hugnaligar.                                                                                                               

 

Viðkomandi undirvísing, ymisk øvilsir og ein løtt máltíð eru eisini partur av skeiðnum.


Brot úr afturmeldingum: 
“Hetta hevur verið ein ferð frá maktasloysi og vónloysi til mentala styrki og optimismu.” 


“Tað er við sorgblídni, eg komi til listterapi fyri seinastu ferð. Eg havi veruliga notið at koma einaferð  um vikuna. Eitt frírúm, har eg eri sloppin at úttrykkja meg frítt og kreativt.” 


“Takk fyri allar góðar og læruríkar, men eisini stuttligar, løtur, sum fingu meg at trúgva uppá mítt egna virði sum menniskja. Eg fekk ógvuliga gott av samveruni.” 

 

Yrking frá luttakara:

“Fantastiskt henda møguleika at fáa
man ser, hvat man sjálvur kann formáa.                                                                       

 

At vera komin her inn
hevur givið frið í sál og sinn.

 

Stuttlugt at gera ting – mála og skriva søgur
deilugt at hoyra um ymiskar støður.

 

At mála við fingrum bleyv so vorðið
einki knívskarpt – nú sláa meg leysan jeg tori.

 

Alt møguligt her er greitt frá                                                             
deilugt at minnast aftur á. 

 

Einki jeg visti um tygon fyrstu ferð
ikki jeg visti, hvør kom her.

 

Í dag jeg eri glað
og vil takka fyri hetta vinarlag.

Vónandi kunni ogor møtast um ein kaffikopp ein dag.

 

Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, kanst tú seta teg í samband við Krabbameinsfelagið við at ringja 317959 ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo og melda teg til tilboðið, sum felagið bjóðar tær ókeypis.
 

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim