Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Enn kvinna - filmur
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
    • Grannakaffi søgur
    • Uppskriftir
    • Undanfarin Grannakaffi
    • Miðlar
    • Spurningar og svar
  • en

Heim

05-06-2019

Gongu½maraton 2019


Sunnudagin 2. juni gingu umleið 120 fólk gongu½maraton. Vit takka tykkum hjartaliga fyri stuðulin og somuleiðis takka vit øllum tykkum, sum settu tíð av til at standa vakt til hetta megnar tiltak.

Gongu½maraton 2019

Vit í Krabbameinsfelagnum eru takksom, at vit sleppa at vera partur av Atlantic AirwaysTórshavn Maraton. At vit soleiðis kunnu gera vart við felagið og eisini stimbra fólki at ganga ½ maraton. Og kanska fáa sítt fyrsta heiðursmerki. Sunnudagin gingu umleið 120 fólk gongu½maraton. Vit takka tykkum hjartaliga fyri stuðulin og somuleiðis takka vit øllum tykkum, sum settu tíð av til at standa vakt til hetta megnar tiltak. 

 

Talan hjá Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari á Krabbameinsfelagnum

Góðu gongufólk, rennarar, súkklarar, hjálparfólk og øll tit sum eru komin her í dag.

 

Vit í Krabbameinsfelagnum eru Bragdinum sera takksom fyri, at vit sleppa at vera partur av Atlantic Airways Tórshavn Maraton. At vit soleiðis kunnu gera vart við felagið og eisini stimbra fólki at ganga ½ maraton.

 

Tit eru við til at hjálpa okkum at hjálpa og seta sjóneykuna á krabbamein, fagna lívinum, geva vón og styrki til tey, ið eru rakt av krabbameini og teimum, ið sakna og minnast. Felagsskapurin gevur styrki.

 

Ein av trimum føroyingum fær uppá eitt ella annað tíðspunkt í lívinum staðfest krabbamein, øll hini eru avvarðandi. Tað kann vera ein vit kenna ella ein vit elska og vilja kempa fyri og tí ávirkar tað okkum øll. Stúran og ótti kunnu fylla nógv tá álvarslig sjúka rakar, men tíbetur eru tað fleiri og fleiri, ið blíva frísk.

 

Í einum av kendu bókunum um Harry Potter stendur at lesa, at tá ið Harry Potter saman við øllum hinum floksfeløgunum kemur aftur til gandaskúlan Hogwarts eftir summarferiuna, koma tey til skúlan í serligum vognum. Hann varnast, at tað bara er hann og vinkonan Luna, ið síggja hestalíknandi djór, ið eru spent fyri vognarnar. Hann spyr Lunu, hvussu tað ber til, at tað bara eru tey bæði, ið síggja hesi djórini. Hon sigur, at tað er tí, at vit bæði hava sæð deyðan í eyguni. Tað merkir, at vit kunnu síggja nakað, sum onnur menniskju ikki kunnu.

 

Eg hoyri ofta fólk, sum hava ella hava havt krabbamein siga, at sjúkan gjørdi, at tey fóru at síggja lívið og tilveruna øðrvísi enn tey gjørdu áðrenn.  

 

Fyri summi er sjúkan ein ferð frá maktasloysi og vónloysi til mentala styrki og optimismu. Fyri onnur ein sorgartilgongd, men á veg úr henni aftur sóu tey tilveruna við øðrum eygum. Lívið skifti skap og lit. Onkur sá bæði veðrið og náttúruna betri, og kundu gleðast um at síggja ælabogan, ein fugl ella eitt smíl. Onnur gjørdust meira tilvitað um at liva, tí sjúkan hevði hótt tey, og tey høvdu sæð deyðan fyri framman.

 

Tað er ikki bara tann, ið fær krabbamein, ið gerst sjúkur. Øll rundanum verða ávirkað og í møtinum við sjúkuna ásanna tey, at lívið er skroypiligt og tá gerst vónin ofta ein meiningsfullur fylgisveinur, hóast vónloysi til tíðir hevur hug taka yvir. Vónin kann koma til sjóndar á ymsan hátt. Vónin kann skifta bæði hjá tí sjúka og teimum, ið standa einum nær og tað er ikki altíð, at vónin er tann sama hjá øllum um somu tíð. Hóast tað, kann vónin vera ein drívmegi, ið gevur orku at liva við tí, ið var og er.

 

Ein ung genta, ið hevði krabbamein fyri nøkrum árum síðani gav okkum eina yrking hon hevði yrkt, ið snýr seg um vón og sum eg nú farið at lesa:

 

Ælabogin tú ikki kanst sita á.

Stjørnan tú ikki kanst fanga.

Vindin tú ikki kanst síggja.

 

Í vónloysinum kennist alt tungt og svart,

kalt og hart, svárt og sart.

 

Ì vónini er ljós og gleði,

lív og megi,

styrki og sálarbót.

Ælabogin vakrast av øllum er.

Stjørnan bleiktar og vísur veg.

Vindurin syngur uttan um meg og teg.

 

Vónloysi og vónin síggja tað sama

uppá hvør sín máta.

Lat tað góða fylla mest, so tú kanst klára teg allarbest.

Hav Vón

 

Vit kunnu onkursvegna samanbera tað, at hava krabbamein við at renna ella at ganga eitt marathon. Í báðum førum er tað eitt stríð og ein drúgvur teinur. Og í báðum førum er tað gott at merkja, at man ikki er einsamallur á ferðini og at vita, at tað eru fólk, sum stuðla og hjálpa einum. Veita troyst, vón og linna.

 

Samanhald og felagsskapur gevur styrki og tá vit øll standa saman stendur ongin einsamallur.

 

Eg fari at ynskja tykkum øllum ein góðan túr. Njótið løtuna, samanhaldið, ljósið, veðrið og náttúruna.

 

Enn einaferð takk fyri samstarvið og at vit fáa lov at taka lut í hesum stóra tiltaki.

 

Takk fyri

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim