Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

03-08-2009

Stuðulsbólkar fyri avvarandi


Krabbamein rakar ikki bara tann einstaka, men eisini tey avvarðandi. Krabbameinsfelagið skipar tí í vetur fyri tveimum stuðulsbólkum, ein fyri makar hjá krabbameinssjúkum og ein fyri tey, sum hava mist makan av krabbameini

Tað kann vera sera trupult at koma gjøgnum sorgina, tá ið ein missir makan av eirindaleysari sjúku. Tí setti Krabbameinsfelagið fyri tveimum árum síðan á stovn ein bólk fyri tey, sum hava mist makan av krabbameini og tørva stuðul at koma gjøgnum sorgina.

 

 

Royndirnar hesi bæði árini hava gingið væl, og luttakarnir søgdu seg hava fingið nógv burtur úr at hitta onnur í somu støðu saman við professionellum ráðgevum innan sorg og krabbamein. Og aftur í vetur verður ein samtalubólkur fyri tey, sum hava mist, settur á stovn.

 

Málið við bólkinum er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, sum tapið av makanum setur í gongd og gjøgnum samtalur í bólkinum at fáa stuðul at koma styrkt/ur gjøgnum sorgina.

 

Ein avvarðandi segði soleiðis um samtalubólkin:

Sorgbólkurin vísti mær, at tað  er ikki bara eg sum eri í hesi støðu. Bólkurin hjálpti mær at seta orð á sorgina, og eg lærdi, at hvør einstakur hevur sín máta at syrgja uppá og at koma víðari við sínum egna lívi.

 

Harumframt fer Krabbameinsfelagið í gongd við ein heilt nýggjan samtalubólk fyri makar hjá krabbameinsraktum. Tá krabbamein rakar, broytist gerandisdagurin, og tey avvarðandi skulu taka støðu  til nógv nýggj viðurskifti, bæði praktisk og kensluliga. Mitt í sorgini og stúranini skal makin hjá tí sjúka bæði hjálpa, ugga og fáa tað praktiska at virka sum best.

 

Tað hevur stóran týdning at fáa stuðul í einari slíkari støðu, og Krabbameinsfelagið fer tí at seta á stovn samtalubólkar fyri makar hjá krabbameinsraktum, har tey kunnu møtast við fólki í somu støðu í einum umhvørvi, har tað er loyvt at seta orð á sínar hugsanir og fáa stuðul at loysa ymsar trupulleikar.

 

Ætlanin er at bólkarnir hittast aðru hvørja viku, 10 ferðir íalt.  Tey, ið eru áhugað at vera við ella frætta meira, kunnu venda sær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959, 217957 ella 217959.

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim