Skeið í húð og andlitsrøkt

Vit vita at krabbameinsviðgerðin við t.d kemoterapi og strálum ávirkar útsjóndina, og er við til at geva eina broytta kroppsuppfatan. Hetta kann hava við sær, at kvinnan møguliga kennir seg meira sjúka, enn hon í veruleikanum er.
Kanningar runt um í heimi vísa, at fleiri kvinnur, sum eru raktar av krabbameini og sum fáa eftirviðgerð við kemoterapi og strálum styrkja um sjálvsálitið, um tær fáa upplæring og undirvísing í at røkta teirra útsjónd við góðari húðrøkt og make-up. Hetta ger eisini at tær kenna størri vælveru.
Vit vilja hervið bjóða kvinnum, sum eru raktar av krabbameini á skeið í húð, andlitsrøkt og at leggja make-up, soleiðis at tær kunnu fáa hugskot og nýggjan íblástur og hjálp til at varðveita útsjóndina og kenna seg væl.
Skeiðið verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, Tórshavn, mikudagin 26. august 2009, frá kl. 13.00 til 16.00.
Undirvísari er Elsa í Garði, kosmetologur.
Boða frá luttøku hjá Krabbameinsfelagnum á tlf. 317959/217959/217957 ella á Onkologisk Ambulatorium á Landssjúkrahúsinum telefon 304500 lokal 6210 ella 6211.