29-06-2009
Tøkk til gomlu nevndina

Á aðalfundinum hjá Krabbameinsfelagnum fóru Erik Wandall, Davina Lamhauge og Birita Ludvíksdóttir úr nevndini, á myndini síggjast frafarnu nevndarlimirnir saman við formanninum Jákupi N. Olsen.
Formaðurin handaði fráfarnu limunum blómur og takkaði teimum, vegna felagið, fyri arbeiðið, tey hava gjørt fyri Krabbameinsfelagið. Hann takkaði somuleiðis fyri sera góða samstarvið, ið hann hevði havt við tey trý.
Á Myndini síggjast frá vinstru Erik Wandall, Jákup N. Olsen, Davina Lamhauge og Birita Ludvíksdóttir.
Á Myndini síggjast frá vinstru Erik Wandall, Jákup N. Olsen, Davina Lamhauge og Birita Ludvíksdóttir.