26-06-2009
Á vitjan hjá løgmanni

Kaj Leo Johannesen er nú kunnaður um Føroyar móti krabba.
Í sambandi við landsinnsavningina Føroyar móti krabba 31. oktober í ár, hevur Krabbameinsfelagið vitjað løgmann, ið er verji hjá felagnum. Hetta fyri at kunna hann um tiltakið.
Á myndini eru Løgmaður Kaj Leo Johannesen, Jákup N. Olsen, formaður og Urd Johannesen, samskipari av tiltakinum.