03-06-2009
Tilboðið um HPV-koppseting víðkað

Krabbameinsfelagið fegnast um, at tilboðið um koppseting móti lívmóðurhálskrabba, nú verður víðkað til eisini at umfata gentur, føddar í '93 og '94.
Kunngerðin frá februar 2009 um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum, verður nú broytt, soleiðis at tilboðið kemur at umfata allar gentur, føddar 1. januar 1993 ella seinni.
Í hesum sambandi sendi heilsumálaráðið í gjár, 2. juni, hetta tíðindaskriv út:
“Tað er at fegnast um, at Løgtingið hevur hækkað játtanina soleiðis, at hetta týdningarmikla tilboðið um ókeypis koppseting verður víðkað”, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í viðmerking.
Fyrr í ár fingu gentur føddar í 1995 møguleikan at blíva koppsettar ókeypis fyri lívmóðurhálskrabba. Hetta tilboðið er við nýggjari kunngerð nú víðkað, og fevnir framyvir eisini um árgangirnar 1993 og 1994. Fyri hesar skal koppsetingin skal verða liðug í seinasta lagi 30. juni 2010.
Við nýggju kunngerðini kunnu gentur føddar í 93 og 94, sum longu hava latið seg koppseta, eisini fáa endurrindað kostnaðin.
Koppsetingin móti lívmóðurhálskrabba verður framd hjá kommunulæknanum. Koppsetingin krevur trý prik, sum skulu gerast yvir eitt hálvt ára skeið. Gentur, føddar í 1993, 1994 og 1995, kunnu seta seg í samband við kommunulæknan viðvíkjandi koppsetingini.
Heilsumálaráðið hevur latið gjørt kunnandi faldara um lívmóðurhálskrabba, sum verður tøkur í næstum. Heilsufrøðingar fara at býta faldaran út til genturnar, og somuleiðis verður faldarin at fáa á apotekum, hjá kommunulæknum og á ymsum viðkomandi heimasíðum.