28-04-2009
Hugnakvøld við stíli fyri kvinnur við bróstkrabba

Kom og hugna tær, og fá samstundis góð prei um smartan klædnastíl, ið hóskar júst til tín.
Hugnakvøldið er fyri kvinnur, ið hava verið ella eru raktar av bróstkrabba; týskvøldið 19. mai kl. 19 á Parnassinum, Hotell Hafnia.
Her kunnu kvinnur, ið eru skurviðgjørdar fyri krabba í bróstinum, hitta aðrar kvinnur í somu støðu.
Annika Johansen og Una Jacobsen, ið báðar eru ”stylecoach”, fara at vegleiða um hvussu ein klæðir seg í røttum litum og við sniði, sum hóskar til kropsbygnaðin. Vit síggja tvær kvinnur ”áðrenn og aftaná”.
Tað er Bót til Bata, áhugabólkur undir Krabbameinsfelagnum, ið skipar fyri kvøldinum.
Allar kvinnurnar í Bót til Bata eru sjálvar viðgjørdar fyri bróstkrabba, og hava tí royndir og vitan um, hvussu tað er at verða rakt av hesi sjúku og at skula ígjøgnum strævna viðgerð.
Tilmelding fer fram við at skriva til ffk@krabbamein.fo , ella á tlf 317959/ 217959