Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Enn kvinna - filmur
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
    • Grannakaffi søgur
    • Uppskriftir
    • Undanfarin Grannakaffi
    • Miðlar
    • Spurningar og svar
  • en

Heim

10-12-2018

Nýtt skeið í listterapi byrjar í januar 2019


Hevur tú áræði at royna nýtt og heldur teg kunna fáa gleði av at koma út millum onnur, sum eisini hava ella hava havt krabbamein, kanst tú róliga melda teg til skeiðið í listterapi.

 

Nýtt skeið í listterapi byrjar í januar 2019

 

Hevur tú áræði at royna nakað nýtt og heldur teg kunna fáa gleði av at koma út millum onnur, sum eisini hava ella hava havt krabbamein, kanst tú róliga melda teg til skeiðið í listterapi. Fólk halda seg ofta skula vera "kunstnerisk" fyri at kunna luttaka, men tað kann vera ein fyrimunur IKKI at vera vanur at úttrykkja seg kreativt. Dentur verður lagdur á, at tú skal føla teg so tryggan sum gjørligt, og at umstøðurnar eru fjálgar og hugnaligar. Á skeiðnum kanst tú í trúnaði úttrykkja teg um tína støðu - bæði við orðum, tekning, máling og skriving. Tú verður vegleidd/ur soleiðis, at tað verður so lætt sum gjørligt at koma í gongd við tann kreativa partin av innihaldinum.Viðkomandi undirvísing og ymisk øvilsir eru eisini partur av skeiðnum.

 

Bólkurin byrjar í januar og kemur saman 10 ferðir, einaferð um vikuna, einar 3 til 4 tímar hvørja ferð. Skeiðsleiðari er Fía Lamhauge, life coach og listterapeutur
 

Brot úr afturmeldingum hjá seinastu skeiðsluttakarunum:

 

“Eg fari m. a. at taka hetta við mær

  • at taka stigið
  • at rúma mær sjálvari
  • at taka við avbjóðingum
  • at seta mørk áhaldandi.”

 

“OPINLEIKI”

  • tosa og brosa
  • skriva og liva
  • klippa og lippa
  • merkja og snerkja
  • tekna og megna
  • mála og drála
  • orða og lora
  • skapa og tapa
  • skræða og læa
  • syngja og yngja
  • forma og storma
  • smakka og takka.”

 

“Tað, eg taki við mær, er nógv ymiskt

- at finna friðin í mær sjálvari

- at leita til kjarnan og bara vera eg                                                                                                                                                                                                                                                                      - at virðismeta tað, ið gevur meining.                                                                                   

Kanska eitt tað mest umráðandi hjá mær var at leypa upp um nakrar fordómar og so bara melda til og gjøgnumføra.”                                                                                                   

 

"Eg eri blivin meira avslappað og nøgd". 

 

Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, kanst tú seta teg í samband við Krabbameinsfelagið við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo  og melda teg til tilboðið, sum felagið bjóðar tær ókeypis.

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim