Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Enn kvinna - filmur
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
    • Grannakaffi søgur
    • Uppskriftir
    • Undanfarin Grannakaffi
    • Miðlar
    • Spurningar og svar
  • en

Heim

16-11-2018

Spyr.fo og Krabbameinsfelagið halda fram við samstarvinum á triðja ári


Higartil hava gott 5000 føroyingar meldað seg til spyr.fo, og svarað til samans 50 túsund ferðir upp á spurnakanningar og soleiðis útvegað Krabbameinsfelagnum umleið 200 túsund krónur í stuðli

Spyr.fo er ein spurnatænasta, sum ger skjótar spurnakanningar millum føroyingar á fartelefonini. Fyri hvønn luttakara letur tann, sum ger kanningina, 4 krónur til Krabbameinsfelagið. Hetta ljóðar kanska ikki av nógvum, men tá 400 fólk svara hvørji kanning, verður hetta skjótt til ein munandi stuðul til Krabbameinsfelagið.

 

"Í Krabbameinsfelagnum eru vit sera fegin um samstarvið og peningaliga stuðulin og vit heita tí á enn fleiri føroyingar at taka undir við hesum møguleika og skráseta seg á spyr.fo," sigur Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum. 

 

Tað einasta sum krevst fyri at vera við er, at tú ert eldri enn 18 ár, hevur eina snildfon (fartelefon við interneti) og skrásetur teg á spyr.fo. Tá ið tú hevur skrásett teg, fært tú av og á eini sms-boð við skjótum spurnakanningum, sum verða svaraðar beinleiðis á fartelefonini. Tað kunnu eitt nú vera veljarakanningar, brúkarakanningar, meiningakanningar, fjølmiðlakanningar o.a.

 

"Eisini heita vit á tey, sum longu hava skrásett seg, at svara so ofta sum til ber, tá ið tey verða spurd og á tann hátt vera við til at stuðla stríðnum móti krabba”, sigur Durita Tausen.

 

Her fyri gjørdu Krabbameinsfelagið og Spyr.fo eina spurnarkanning um føroyingar og stuðul til vælgerandi endamál. Kanningin vísti millum annað, at 78% av føroyingum stuðla hjálparfelagsskapum, 56% stuðla sjúklingafeløgum, at kvinnur stuðla oftari enn menn, meðan menn lata størri upphæddir enn kvinnur. 

 

Les meira um kanningina her

 

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim