Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Enn kvinna - filmur
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
    • Grannakaffi søgur
    • Uppskriftir
    • Undanfarin Grannakaffi
    • Miðlar
    • Spurningar og svar
  • en

Heim

15-02-2018

Talan hjá forkvinnuni í Krabbameinsfelagnum til gallakvøldið hjá Team Rynkeby Føroyar


”Hevði eg bara kunnað tikið hesa sjúkuna frá tær og sjálv borið hana”. - Tað var eitt tað fyrsta, mamma segði við meg, tá ið eg hevði sagt henni, at eg hevði fingið krabbamein. Og hon meinti tað. Tí hon er mamma. Hon er foreldur.

 

”Takk og lov, at eg ikki eigi børn”.

 

Tað var fyrsti tankin, sum fór gjøgnum høvdið á mær, tá ið eg fekk boðini: tú hevur krabbamein. Ikki tí, at mær ikki dámar børn. Ikki tí, at eg ikki havi ynskt mær børn. Men tí, at tað at eg var sjúk, tað gjørdi ikki, at tað var eitt barn, har mamman ikki kundi leggja tað at sova um kvøldið; har mamman ikki orkaði at gera skúlating við tí ella ikki kundi gera matpakkan við akkurát tí í, sum bara foreldur vita, at barninum dámar best. Teirri skuldarkensluni slapp eg undan.

 

”Hevði eg bara kunnað tikið hesa sjúkuna frá tær og sjálv borið hana”.

 

Tað var eitt tað fyrsta, mamma segði við meg, tá ið eg hevði sagt henni, at eg hevði fingið krabbamein. Og hon meinti tað. Tí hon er mamma. Hon er foreldur. Hóast eg var 43 ár, so var eg eitt barn. Hennara barn. 43 ár er ikki einki. Tað er ræðuliga nógv meiri enn 2 ár. Ella 9 ár. Ella 18 ár. Ommur kunnu vera 43 ár. Hjá mammu var tað líkamikið. Eg veri altíð hennara barn. Tað barnið, hon hevur borið og sett í verðina og sum hevur givið henni størstu uppgávuna, tú kanst fáa sum menniskja: at vera foreldur. Mamma ella pápi.

 

Eitt barn eigur ikki at blíva álvarsliga sjúkt. Eitt barn eigur so slett ikki at doyggja. Lívið er bara ikki altíð, sum tað eigur at vera. Sum vit vilja og ætlaðu, at tað skuldi vera. Og foreldur kunnu ikki taka sjúkuna frá barni sínum og bera hana sjálvi. Hvussu fegin tey vilja.

 

Fyri stuttum var eg og fylgdi líki. Abbasoninum hjá Símuni av Skarði, hann sum yrkti tjóðsangin. Abbasonurin var uppkallaður eftir abbanum, og vit sungu tjóðsangin til jarðarferðina. Tað havi eg ongantíð gjørt fyrr, og kanska tí segði hann mær nakað heilt annað, enn hann vanliga ger. Serliga hesin parturin:

 

Hin roðin, sum skínur á sumri í líð,
hin ódnin sum týnir mangt lív vetrartíð,
og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál,
og ljósið, sum spælir mær sigur í sál.

 

Hesin parturin plagar at ugga meg um veturin. Tá ið eg onkuntíð kann gloyma, at tað verður summar aftur. Myrkrið og ruskuta veðrið fara at dvína og ljósið fer at vinna.

 

Soleiðis kennist tað bara ikki altíð. Hjá summum kennist tað, sum at myrkrið hevur bitið seg fast. Ljósið verður ongantíð aftur. Tað kann vera so nógv ymiskt, sum ger tað. Kanska eiga tey eitt álvarsliga sjúkt barn. Kanska hava tey mist eitt barn.

 

Mamma fekk ikki tikið sjúkuna frá mær. Men hon bar nógvar av byrðunum við mær, sum eg fekk at bera. Hon lætti um. Hon bar mær ljós í myrkrið.

 

Vit hava øll fingið eina uppgávu sum menniskja: og tað er at vera medmenniskja. At lætta um. Bera byrðar hvør hjá øðrum. At lýsa, so onnur kunnu finna veg út úr myrkrinum. At veita ein glotta. Um ikki annað, so eina løtu.

 

Rynkurnar eru eyðkendar og gular. Tað er kanska ikki av ongum, at tit eru gular. Tit eru sum sólarljósið. Tit lýsa í myrkrinum. Tit geva løtur við gleði. Løtur við umsorgan. Tit fløva. Tit skapa ein felagsskap tykkara millum, sum hevur lætt um hjá nógvum, sum hava verið við. Sum hevur rikið myrkar tankar burtur. Sum hevur steðgað tankameldrinum. Sum hevur givið rúm fyri gráti. Fyri látri. Fyri ljósi.

 

Tit gera, at børn, sum hava krabbamein, álvarsliga hjartasjúku ella lungnasjúku, fáa fíggjarligan styrk. Børnini og familjur teirra. At tey kunnu fáa hjálp frá fólki, sum hava lært at leiða tey í myrkrinum. Tit gera, at tey kunnu verða forkelað. Kanska fara ein vikuskiftistúr saman við øðrum, sum eru í somu støðu.

 

Nú hevur tykkara ágrýtni eisini gjørt, at pengar eru játtaðir at stuðla gransking í krabbameini. Eitt stig á leiðini at loysa gátuna. So tað verður lættari at finna sjúkuna og basa henni. So færri og helst eingi børn fáa krabbamein.

 

Takk, at tit lætta um. Kanska serliga hjá foreldrunum. At tit reka myrkrið á dyr og lata ljósið sleppa framat at spæla.

 

Takk. Tit sum súkkla. Tit sum hjálpa. Tit sum stuðla fíggjarliga. Tit sum eiga eina, ella ein, sum súkklar. Hvør kilometur, hvør króna, hvør løta eru týðandi og virðismikil.

 

Fyri Krabbameinsfelagið takki eg tykkum øllum innarliga. 

 

Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim