Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Enn kvinna - filmur
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
    • Grannakaffi søgur
    • Uppskriftir
    • Undanfarin Grannakaffi
    • Miðlar
    • Spurningar og svar
  • en

Heim

23-01-2018

Vika 4 er lívmóðurhálskrabba vika


Krabbamein í lívmóðurhálsinum rakar oftast kvinnur í bestu árum. Áleið helvtin av føroyskum kvinnum, ið fáa staðfest lívmóðurhálskrabba, eru undir 45 ár og sjúkan kemur meira enn so fyri hjá heilt ungum kvinnum eisini.

Vika 4 er límóðurhálskrabba vika


Krabbamein í lívmóðurhálsinum rakar oftast kvinnur í bestu árum. Áleið helvtin av føroyskum kvinnum, ið fáa staðfest lívmóðurhálskrabba, eru undir 45 ár og sjúkan kemur meira enn so fyri hjá heilt ungum kvinnum eisini. Í Føroyum fáa umleið 7 kvinnur staðfest lívmóðurhálskrabba hvørt ár.

 

Kyknubroytingar kunnu vera til staðar leingi, áðrenn tær broytast til veruligt krabbamein. Tað ber til at kanna við einari einfaldari kanning hjá kommunulækna, sum tekur eitt sindur av slími við lívmóðurmunnan, ið verður kannað fyri kyknubroytingar. Leingi áðrenn nakað sæst við berum eygum, kunnu vera broytingar í kyknunum, sum bara síggjast við sjóneyku. Tí verða allar kvinnur í aldrinum 25 – 60 ár innkallaðar triðja hvørt ár til fyribyrgjandi kanning.

 

Tað verður staðiliga viðmælt at taka av hesum kanningum, men eisini at brúka vit og skil. Ert tú kannað, og alt vísti seg at vera í lagi og tú seinni hevur sjúkueyðkenni frá undirlívinum, set teg so í samband við egnan lækna. Ikki bíða til tú verður innkallð næstu ferð. Tosa við læknan og lat læknan meta um, um tú skalt verða kannað aftur.

 

Allar gentur og kvinnur í aldrinum 12 til 28 ár kunnu lata seg koppseta ókeypis fyri HPV

 

Lívmóðurhálskrabbi kann eisini fyri ein stóran part fyribyrgjast við koppseting, men koppsetingin er nýliga sett í verk, so stórur partur av føroyskum kvinnum eru ikki koppsettar.

 

Heilsufakliga metingin er, at taka kvinnur av tilboðnum um HPV koppseting, fer tað stórt sæð at bera til at fyribyrgja, at kvinnur fáa vandamiklu sjúkuna.

 

Allar gentur og kvinnur í aldrinum 12 til 28 ár kunnu lata seg koppseta ókeypis fyri lívmóðirhálskrabba (HPV). Hóast tú ert koppsett, er eisini neyðugt at fara til fyribyrgjandi kanningar fyri lívmóðurhálskrabba.

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim