Vika 4 er lívmóðurhálskrabba vika
Vika 4 er límóðurhálskrabba vika
Krabbamein í lívmóðurhálsinum rakar oftast kvinnur í bestu árum. Áleið helvtin av føroyskum kvinnum, ið fáa staðfest lívmóðurhálskrabba, eru undir 45 ár og sjúkan kemur meira enn so fyri hjá heilt ungum kvinnum eisini. Í Føroyum fáa umleið 7 kvinnur staðfest lívmóðurhálskrabba hvørt ár.
Kyknubroytingar kunnu vera til staðar leingi, áðrenn tær broytast til veruligt krabbamein. Tað ber til at kanna við einari einfaldari kanning hjá kommunulækna, sum tekur eitt sindur av slími við lívmóðurmunnan, ið verður kannað fyri kyknubroytingar. Leingi áðrenn nakað sæst við berum eygum, kunnu vera broytingar í kyknunum, sum bara síggjast við sjóneyku. Tí verða allar kvinnur í aldrinum 25 – 60 ár innkallaðar triðja hvørt ár til fyribyrgjandi kanning.
Tað verður staðiliga viðmælt at taka av hesum kanningum, men eisini at brúka vit og skil. Ert tú kannað, og alt vísti seg at vera í lagi og tú seinni hevur sjúkueyðkenni frá undirlívinum, set teg so í samband við egnan lækna. Ikki bíða til tú verður innkallð næstu ferð. Tosa við læknan og lat læknan meta um, um tú skalt verða kannað aftur.
Allar gentur og kvinnur í aldrinum 12 til 28 ár kunnu lata seg koppseta ókeypis fyri HPV
Lívmóðurhálskrabbi kann eisini fyri ein stóran part fyribyrgjast við koppseting, men koppsetingin er nýliga sett í verk, so stórur partur av føroyskum kvinnum eru ikki koppsettar.
Heilsufakliga metingin er, at taka kvinnur av tilboðnum um HPV koppseting, fer tað stórt sæð at bera til at fyribyrgja, at kvinnur fáa vandamiklu sjúkuna.
Allar gentur og kvinnur í aldrinum 12 til 28 ár kunnu lata seg koppseta ókeypis fyri lívmóðirhálskrabba (HPV). Hóast tú ert koppsett, er eisini neyðugt at fara til fyribyrgjandi kanningar fyri lívmóðurhálskrabba.