Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

16-01-2018

Krabbameinsfelagið og Team Rynkeby Grunnurin hjá Krabbameinsfelagnum stuðla granskingarverkætlan


Verkætlanin fer at lýsa krabbamein í Føroyum bæði meiri yvirskipað, og í smálutum. Fleiri av kanningum fara at snúgva seg um barnakrabba, har millum annað verður farið inn á at lýsa barnakrabba í Føroyum.

 

Krabbameinsfelagið og Team Rynkeby Grunnurin hjá Krabbameinsfelagnum stuðla granskingarverkætlan 

 

Við stuðli frá Krabbameinsfelagnum og Team Rynkeby Grunninum hjá Krabbameinsfelagnum fer í næstum ein verkætlan av bakkastokki, hvørs endamál er at lýsa krabbameinsøkið í Føroyum. Team Rynkeby Grunnurin hevur givið 600 túsund krónur í stuðli og Krabbameinsfelagið hevur givið 100 túsund krónur.

 

Verkætlanin fer at lýsa krabbamein í Føroyum bæði meiri yvirskipað, og í smálutum at kanna samband millum krabbamein og eitt nú aldur, bústað og líknandi viðurskifti, sosialar umstøður, broytingar gjøgnum tíðina og hvussu krabbamein tyrpist innan familjur.

 

Fleiri av kanningum fara at snúgva seg um barnakrabba, har millum annað verður farið inn á at lýsa barnakrabba í Føroyum út frá títtleika, sløgum, aldur, bústaði og líknandi viðurskiftum, hvussu hesar sjúkur tyrpast í familjum, viðgerð, prognosu og fylgisjúkum, umframt at kanna samband millum burðartyngd og krabbamein o.a.

 

Verkætlanin fer, sum grundkeldu til hesar kanningar, at gagnnýta tí serstøku krabbameinsskránna, har skrásettir eru tilburðir av krabbameini í Føroyum heilt aftur til 1960.

 

Hóast nakað er granskað í krabbameini í Føroyum, og einstakar verkætlanir eru í gongd, hevur granskingin verið rættiliga sundurbýtt. Henda verkætlanin er fyrsta stigið til eina savnandi granskingarstrategi, sum kann veita munadygga vitan um krabbamein í Føroyum.

 

Umframt ta sjálvsøgdu vitan um krabbamein, ið tørvur er á við atlit til at leggja ætlanir og fyribyrgja, so verður roknað við, at ein savnandi granskingarstrategi innan krabbameinsøkið fer at føra við sær heilsufyrimunir fyri fólkið, tá ið tað snýr seg um viðgerð og heilsufremjan.

 

Umframt stuðulin frá Krabbemeinsfelagnum og Team Rynkeby Grunninum hjá Krabbameinsfelagnum, stuðlar Sjúkrakassagrunnurin eisini verkætlanini, sum er ætlað sum ein PhD verkætlan. Søkt verður í næstum eftir skikkaðum PhD lesandi til verkætlanina. Marin Strøm og  Maria Skaalum Petersen, lektarar á Fróðskaparsetrinum, verða PhD vegleiðarar og Bjarni á Steig, yvirlækni, verður hjávegleiðari. Ílegusavnið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu eru eisini við í verkætlanini.

 

Á myndini: frá vinstru Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim