Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

12-04-2007

Aðalfundur 2007


Føroya Felag móti Krabbameini hevur havt aðalfund12. apríl 2007.

Nevndin í felagnum hevur skipað seg. Jákup N. Olsen, sum hevur verið formaður síðan 1992, heldur fram sum formaður. Hini í nevndini eru:
Birita Ludvíksdóttir, næstformaður. Hevur verið varalimur og kom í nevndini í staðin fyri Helenu Dahl Olesen, sum ikki ynskti at stilla uppaftur. Agnar á Dul, kassameistari, Erik Wandall og Davina Lamhauge..
Tiltakslimir eru Jónvør Christiansen og Martin Joensen, sum er nývaldur.
Ársfrágreiðingin hjá Føroya Felag Móti Krabbameini fyri árið 2006:

Virksemið í Føroya Felag móti Krabbameini er økt nógv seinastu árini. Talið á teimum, ið venda sær til felagið við fyrispurningi, annaðhvørt tað eru krabbameinssjúklingar, avvarðandi ella onnur, veksur alsamt. Í fjør vóru 1328 samrøður ella vitjandi, nógv tey flestu kvinnur ella 84,1%. Talið er nærum tvífaldað eftir fýra árum. Hálvtannað fólk eru í starvi á Ráðgevingarskrivstovuni.

Sosialráðgevin hjá felagnum er farin undir verkætlan um rehabilitering. Játtan er fingin frá Almanna- og heilsumálaráðnum at fara undir at kanna, hvør tørvurin er á rehabilitering av krabbameinssjúklingum og avvarðandi. Fyrireikandi arbeiðið er gjørt; felagið vónar at koma fram til úrslit, sum kunnu vekja áhuga í okkara grannalondum.

Vegna vaksandi virksemið roynir felagið at finna fleiri inntøkumøguleikar; ætlanin er at seta í verk eina sms-tænastu, har fólk kunnu stuðla felagnum við eini peningagávu.

Undirbólkarnir í felagnum eru ógvuliga virknir.
Í vár fór Bót til bata undir nýggja tiltakið Opið hús, ið hevur til endamáls at røkka so nógvum kvinnum, sum hava ella hava havt bróstkrabba, sum til ber. Í sambandi við altjóða bróstmánaðin vóru fleiri tiltøk og søla av ljósareyðu sloyfuni. Inn komu tilsamans uml. kr. 38.000.

Stomibólkurin verður vertur á næsta norðurlendska fundinum, sum verður í juni mánað.

Altjóða dagurin fyri krabbameinssjúk børn varð hildin í Foreldrabólkinum. Summarútferð var við Gjógv og til jóla væleydnað jólaborðhald. Felagið fekk tvær peningagávur, 35.000 krónur frá skótunum hjá KFUM og 20.000 krónur frá Kiwanis Rósuni.

Nýggi bólkurin fyri kvinnur við undirlívskrabba hevur fingið góða undirtøku. Kvinnurnar í bólkinum eru um 15 í tali.


Felagið er farið undir nýtt tilboð til børn og ung, hvørs foreldur eru álvarsliga sjúk. Endamálið at geva teimum eitt forum, har tey kunnu tosa opið um sjúkuna og teir tankarnar í tí sambandi. Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur, tekur sær av bólkinum. Felagið hevur fingið peningagávu á 30.000 krónur frá Kiwanis Tórshavn til hetta tiltakið.

Krabbameinsfelagið hevur skipað fyri fleiri áhugaverdum fundum og fyrilestrum. Fyri fullsettum høli helt Michael Heidenheim, húðlækni, fyrilestur um húðkrabba. Eisini í Føroyum er talið av húðkrabbatilburðum økt nógv.

Álvarslig sjúka rakar eisini tey avvarðandi var heitið á almennum fyrilestri, sum Thorkild Jørgensen, psykoterapeutur, helt. Fyri teimum mongu sjálvbodnu í felagnum helt Marita Tórsheim, fysioterapeutur, fyrilestur um Krabbamein og fysiskan aktivitet.

Ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingurin er javnan í skúlum og barnagørðum kring landið og heldur fyrilestur um børn, sorg og skúla. Meira enn triðingurin av skúlunum hava nú sorgartilbúgving, serliga teir stóru skúlanir, og fleiri eru á vegis, eisini barnagarðar og vøggustovur.
Skeiðini Look good feel better halda fram við góðari undirtøku.

Enn sum áður roynir felagið at ávirka myndugleikarnar; krabbameinsskrásetingin virkar enn ikki til fulnar og hetta streingir felagið á at fáa í rættlag. Fyrsta stigið til eina føroyska virkisætlan á krabbameinsøkinum er niðurfelt í fólkaheilsuætlanina.

Aftur í 2006 hevur felagið heitt á myndugleikarnar at seta onkolog í starv á Landssjúkrahúsinum. Á øðrum økjum roynir felagið eisini at gera sína ávirkan galdandi soleiðis at umstøðunar hjá krabbameinssjúklingum og avvarðandi teirra gerast betri.

Felagið hevur havt fund við Granskingarráðið í sambandi við, at arbeitt verður við at fáa í lag krabbameinsgransking í Føroyum.


 

Krabbameinstilburðir seinastu 5 árini:

 


Í 2006 vóru 207 tilburðir av krabbameini í Føroyum, í 2005 vóru 230, í 2004 vóru 215, í 2003 vóru 195 og í 2002 vóru 191 tilburðir skrásettir.
Í miðal seinastu 5 árini= 207,6 tilburðir árliga.

Bróstkrabbi:
Í 2006 vóru 20 tilburðir skrásettir, í 2005 vóru 20, í 2004 vóru 34, í 2003 23 og í 2002 vóru 23 tilburðir.
Í miðal seinastu 5 árini = 24 tilburðir árliga.

Lungakrabbi:
Í 2006 vóru 7 tilburðir skrásettir, í 2005 vóru 14, í 2004 vóru 19, í 2003 vóru 10 og í 2002 vóru 22 tilburðir skrásettir.
Í miðal seinastu 5 árini = 14.4 tilburðir árliga.

Húðkrabbi:
Vanligur húðkrabbi: í 2006 vóru 45 tilburðir skrásettir, í 2005 vóru 39, í 2004 vóru 31, í 2003 vóru 24 og í 2002 vóru 24.
Í miðal fyri seinastu 5 árini = 32,6 tilburðir árliga

Móðurmerkjakrabbi:
Í 2006 vóru 12 tilburðir, í 2005 vóru 16, í 2004 vóru 10, í 2003 vóru 4 og í 2002 vóru 8.
Í miðal seinastu 5 árini = 10 tilburðir árliga.

Í 2006 vóru 2 og 2005 vóru 4 tilburðir av krabbameini í hálsi skrásettir
Í 2006 vóru 3 og í 2005 4 tilburðir av krabbameini í búkspyttkertli skrásettir.
Í 2006 vóru 31 og í 2005 vóru 51 tilburðir av krabbameini í maga, tarmi og endatarmi skrásettir. Vit hava ikki tølini fyri árini frammanundan.

Kelda: Krabbameinsskrásetingin á Landssjúkrahúsinum. Tølini fyri 2006 og 2005 skulu takast við fyrivarni, eru ikki endalig.

Vit takka fyri gott samstarv við heilsumyndugleikarnar og øll onnur, ið avvarða krabbameinssjúklingar.

Eisini takka vit øllum, ið hava stuðla okkum fíggjarliga og á annan hátt.

Tórshavn 12. apríl 2007

Jákup N. Olsen, formaður

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim