Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Faldarar
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Krabbameinsambulatoriið á Landssjúkrahúsinum
    • Í viðgerð uttanlanda?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Hjálparbólkar
    • Enn kvinna - filmur
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Kostráð
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • HPV-koppseting
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Tilmæli um palliatión
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • Grannakaffi
    • Tilmelding
    • Grannakaffi søgur
    • Uppskriftir
    • Undanfarin Grannakaffi
    • Miðlar
    • Spurningar og svar
  • en

Heim

28-02-2023

Mammografi screening


Kelda: LS
Mammografiscreening er eitt tilboð til allar kvinnur í aldursbólkinum 50-69 ár um, at fáa tikið røntgenmyndir av bróstinum.

Mammografi screening

 

Til kvinnur 50-69 ár

Mammografiscreening er eitt tilboð til allar kvinnur í aldursbólkinum 50-69 ár um, at fáa tikið røntgenmyndir av bróstinum. Ein mammografiscreening kann vísa broytingar í bróstinum, sum ikki ber til at merkja við fingrunum.

Endamálið við slíkari kanning er, at kunna staðfesta evt. bróstkrabbatilburðir tíðliga, veita skjóta og harvið mildari viðgerð, og minka um deyðstíttleikan av sjúkuni.

 

Innbjóðing

Screeningin gongur fyri seg á Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, og tekur bert fáar minuttir.

Ert tú í aldursbólkinum 50-69 ár, fært tú eina innbjóðing til mammografiscreening umvegis Mínboks. Hevur tú ikki Mínboks fært tú innbjóðingina við vanligum posti. 

 

Minst til at boða frá um tað ikki ber til at møta til ásettu tíðina

Tað er av alstórum týdningi at tú møtir upp til ásettu tíðina. Ber ikki til hjá tær at møta, er tað umráðandi at tú boðar Røntgendeildini frá hesum, so kunnu onnur fáa tína tíð. Tú kann senda boð til Røntgendeildina umvegis Mínboks, minnast til at upplýsa p-tal, ella senda ein teldupost á rtginfo@ls.fo, ella ringja á tel. 30 47 20 gerandisdagar millum kl. 09.00-11.00.

 

Hvat er screening?
Screening er kanning av frískum borgarum, har endamálið er fyribyrgjan av sjúku, ella at minka um deyðstíttleika.

 

Bróstkrabbascreening
Screening fyri bróstkrabba er eitt tilboð til allar kvinnur í aldursbólkinum 50-69 ár, sum byrjar í 2017.  Ert tú í hesum aldursbólkinum, fært tú eina innbjóðing til at møta á Landssjúkrahúsinum og fáa tikið røntgenmyndir av bróstunum annaðhvørt ár, frá tú verður innkallað fyrstu ferð, til tú ert 69 ár.

Innbjóðingin kemur í Mínboks. Hevur tú ikki Mínboks, fært tú innbjóðingina sendandi við vanligum posti.

 

Hvat er endamálið við screeningini?
Røntgenmyndir kunnu avdúka broytingar í bróstinum uppá fáar millimetur, sum ikki ber til at merkja við fingrunum. Jú fyrr krabbamein verður uppdaga, jú størri er møguleikin fyri at sjúkan ikki hevur breitt seg og tí kann lekjast.

 

Hvar gongur screeningin fyri seg?
Screeningin gongur fyri seg á Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, og er til kvinnur uttan sjúkueyðkenni. Hevur tú sjúkueyðkenni, er ikki nøktandi við screeningsmammografi, tvs. bert myndatøku. Í slíkum føri skalt tú fara til tín kommunulækna, og fáa eina ávísing til kliniska mammografi, har serkønur røntgenlækni kannar teg.

 

Hvussu gongur screeningin fyri seg?
Screeningin gongur fyri seg sum ein røntgenmyndatøka av bróstunum. Røntgentólið verður kallað ein mammografur, - sí myndina omanfyri. Eitt starvsfólk, sum er útbúgvin radiografur tekur myndir av bróstinum. Tú stendur uppi undir kanningini. Bróstið verður lagt á niðaru plátuna, í meðan ovara plátan verður pressa niður ímóti. Síðan verða 2-3 myndir tiknar.  Kanningin tekur bert nakrar fáar minuttir.

 

Hvussu fái eg svar uppá screeningina?
Myndirnar vera kannaðar av tveimum serútbúnum røntgenlæknum, og síðani fært tú skrivligt svar, vanliga innan 4 vikur umvegis Minboks. Hevur tú ikki Minboks fært tú bræv sendandi við Posta. Er nakað illgrunasamt verður tú innkallað av nýggjum til eina kliniska mammografikanning, har serkønur røntgenlækni kannar teg.


Donsk tøl vísa á, at 95-98% av screenaðu kvinnunum fáa at vita, at ongin tekin eru um krabbamein.  2-5% av screenaðu kvinnunum, verða innkallaðar av nýggjum til kliniska mammografikanning. Í einstøkum føri eru tekniskar orsøkir til, at ein kann blíva innkallaður av nýggjum. Td. um góðskan á røntgenmyndunum ikki er brúkbar, skulu nýggjar myndir takast.

 

Hvussu skal eg fyrireika meg?

 

  • Nýt ikki krem, talkum, deodorant og parfumu
    Við atliti til myndagóðskuna, mást tú ikki nýta hesar vørur á kanningardegnum. 
  • Kom í góðari tíð
    Týdningarmikið er at møta í góðari tíð, so tú ert klár, tá tú eigur at sleppa framat. Tað kann verða trupult at finna p-pláss til bilin við Landssjúkrahúsið.
  • Boðað frá serligum viðurskiftum
    Um serlig viðurskiftir eru, skalt tú seta teg í samband við Røntgendeildina, sí upplýsingar um samband omanfyri.

 

Serlig viðurskifti kunnu verða t.d. um:

 

-tú gongur til kontrol fyri bróstkrabba.
-hevur implantat í bróstinum.
-nýtir koyristól, ber menningartarni ella er likamliga skerd sum viðførur, at teknisku tólini skulu stillast á serligan hátt, tá tú skalt kannast.

 

Hvussu er innbjóðing til mammografiscreening skipað
Screening verður í 4 umførum um árið. Eitt umfar í hvørjum ársfjórðingi. Tey sum hava føðingardag í tí sama ársfjóringinum, sum screeningin verður framd, fáa innbjóðing. 
Allar kvinnur í aldrinum 50 til 69 ár fáa innbjóðing annað hvørt ár.

 

Tak hesa kunning niður sum faldara her.


Faldari
Soleiðis kannar tú bróstið sjálv 

 

Samband við LS

 

Spurningar ella broytan av tíð:

Send boð til Røntgendeildin umvegis Mínboks, minst til at upplýsa p-tal, ella send ein T-post á rtginfo@ls.fo, ella ring á tel. 30 47 20 gerandisdagar millum kl. 09.00-11.00.

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim