Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

20-04-2007

At liva við krabbameini: Ein slóðbrótandi verkætlan


Ætlar tú tær at arbeiða meðan tú ert í viðgerð?

Roknar tú við broytingum í tínum fíggjarligu viðurskiftum orsakað av sjúkuni?

Hevur tú kensluna av, at tíni næstu royna at verja teg?

Tørvar tær hjálp?

Hesar og aðrar spurningar fáa krabbameinssjúklingar høvi at svara, nú farið verður undir at kanna tørvin hjá krabbameinssjúklingum á endurmenning, ið er tað sama sum rehabilitering.

Tað er upp til hvønn einstakan at taka lut í kanningini ella ikki, og viðkomandi verður anonymur, men Føroya felag móti krabbameini, ið hevur tikið stig til kanningina, vónar, at so nógv sum til ber taka av áheitanini.
Bæði fyri at lýsa støðuna hjá krabbameinssjúklingum, men eisini fyri at skapa størri áhuga fyri endurmenning. Tað er umráðandi, at fakfólk og politikarar fáa at vita, hvat skal til, fyri at fólk, sum hava krabbamein, betur klára at laga seg til støðugu broytingarnar, sum sjúkugongdin er orsøkin til.

Endamálið við kanningini er at kortleggja upplivingarnar hjá tí sjúkurakta í sambandi við, at sjúkan er vorðin ein partur av gerandisdegnum, og at royna at finna fram til, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk soleiðis, at sjúklingurin og avvarðandi hansara fáa best hugsandi stuðul at koma víðari í lívinum.

At fáa staðfest krabbamein ávirkar við eitt bæði familju- og arbeiðslív. At fáa staðfestingina er í sjálvum sær nóg mikið at ávirka tann einstaka bæði likamliga og sálarliga, og er mangan viðvirkandi til, at sosialu sambondini verða broytt.
Tað tænir bæði samfelagnum og tí einstaka, at funnið verður fram til hættir at nøkta tørvin hjá tí einstaka í hesum sambandi. Miðað verður eftir, at kanningin kemur fram til nakrar leiðreglur, ið kunnu verða nýttar í framtíðini, øllum krabbameinssjúklinum at gagni.
Kanningin verður gjørd í trimum umførum, við spurnablaði og samrøðum við útvaldar sjúklingar og avvarðandi. Kanningin verður gjørd í ár og úrslitið væntandi greitt síðst í árinum.

Orsøkin til, at Krabbameinsfelagið er farið undir tørvskanning av endurmenning, er, at tilburðirnir av krabbameini økjast í tali, og at tey allar flestu, sum skulu liva við sjúkuni, merkja avleiðingarnar av sjúkuni eisini eftir, at sjúklingurin er sagdur frískur at vera.

Karen Heinesen hevur ábyrgdina av kanningini. Hon virkar sum sosialráðgevi/konsulentur fyri Krabbameinsfelagið.
Í 2003 og 2004 tók Karen lut í arbeiðinum hjá Nordisk Cancer Union at gera felags leiðreglur. Tað eru royndirnar frá hesum arbeiði, ið eru íblásturin til kanningina.

Í sambandi við hesa verkætlanina verður á fyrsta sinni orðið endurmenning nýtt fyri orðið rehabilitering – við loyvi frá Málstovuni og Málnevndini.
« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim