Innbjóðing til hugnaløtu í Lipp- og lymfødembólkinum hjá Krabbameinsfelagnum.

Innbjóðing til hugnaløtu í Lipp- og lymfødembólkinum hjá Krabbameinsfelagnum
Lipp- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum, skipar fyri hugnaløtu mikukvøldið 6 september. kl 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn.
Við á kvøldinum verður Pernille Krogh frá Apodan Nordic. Pernille er sjúkrarøktarfrøðingur og starvast sum produktchef hjá Apodan Nordic, ið m.a. selur kompressiónspumpur.
Eisini verður høvi til eitt gott prát og ein drekkamunn.
Vinaliga boða frá luttøku á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo innan týsdagin 5. september kl. 15.00.
Eyðbjørg Djurhuus, Jansy Gaardlykke,
forkvinna í Lipp- og lymfødembólkinum Dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum