Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

15-07-2017

Team Rynkeby Føroyar komin til París


Røðan, ið Elsebeth Mohr Vang helt í samband við fráferðina hjá Team Rynkeby Føroyar.

Røða

 

Hey, og takk til Krabbameinsfelagið fyri at bjóða mær her fyri at siga nøkur orð. Til at byrja við, vil eg bara líka siga nøkur orð um meg.

 

Um meg

 

Eg eiti Elsebeth og eri 19 ár, og tá eg var 7 mánaðir fekk eg staðfest krabbamein í heilanum og var so í kemoviðgerð í tvey ár. Sjálv minnist eg einki frá hesari tíð, men við hjálp frá pápa og mammu, sum skrivaði eina dagbók ímeðan eg var sjúk, systkjum mínum, sum søgdu mær frá úr einum øðrum sjónarhorni, og nógvum myndum, havi eg fingið heildarsøguna puslaða saman fyri mær.

 

Hóast kemoviðgerðin varð steðgað, tá eg var 2 ár, so havi eg altíð verið, og eri enn, undir støðugum eftirliti, av tí at svullarnir eru har enn. Og vegna avleiðingum av sjúkuni og viðgerðini, komi eg altíð at vera undir medisinkari viðgerð.

 

Team Rynkeby

 

Men, ja, vit eru her jú í dag fyri at siga farvæl við súkklararnar og hjálparfólkini, ið nú fara at súkkla frá Danmark til París fyri at hjálpa børnum, ið hava verið ella eru rakt av krabbameini, og hetta gera tey so við at samla pengar inn fyri tey.

 

Eg haldi at vit øll kunnu vera samd í, at arbeiðið, sum Team Rynkenby ger, fer til eitt gott endamál. Ein partur av peninginum, verður nýttur sum persónligur stuðul, um eitt barn hevur tørv á tí. Hesin peningur kann hjálpa barninum m.a. um tað hevur tørv á hjálp uttanifrá, eitt nú sálarligari hjálp.

 

Peningurin, ið Team Rynkenby samlar, fer eisini í gransking. Hetta er eisini nakað, ið hevur ein ótrúliga stóran týdning, tí tað hjálpir ikki bara okkum, men eisini øllum øðrum børnum. Tí við at stuðla granskingini, kann mann minka um tal av børnum, ið andast. Eisini kann hetta hjálpa við at børn ikki fáa krabbameinið aftur, og er eisini við til at gera kemoið betri, so at tað kanska ikki gevur líka nógvar eftirfylgjur sum fyrr.

 

Eitt týdningarmikið ting, sum Team Rynkeby ger (kanska uttan at tey vita tað), er at gera krabbamein til eitt minni tabu evni. Her og der hevur mann altíð hoyrt um krabbamein, men tað hevur á ein hátt verið eitt goymt umtaluevnið. Krabbameinsfelagið hevur sjálvandi eisini havt ein stóran leiklut í tí, men tað at síggja nakrar gular súkklarar súkkla uttanfyri hevur helst eisini hjálpt til.

 

Arbeiðið hjá Team Rynkeby hjálpir eisini foreldrabólkinum við at fáa eina betri samveru. Við at skipa fyri ymsum tiltøkum og ferðum. Millum annað kann nevnast ferðin til Edinburgh, jólaborðhaldið á Hotel Hafnia og tiltakið á Føroya Fólkaháskúla. Nógv kom burturúr hesum vikuskifti á háskúlanum, sum Krabbameinsfelagið skipaði fyri. Í hesum sambandi, hevði Krabbameinsfelagið fingið ein danskan familjuterapaut, sum hjálpti okkum at seta orð á ymsar tankar og kenslur.

 

Við hesum vil eg bara siga við tykkum í TR, at tykkara stuðul og umsorgan hava ómetaliga nógv at siga. Takk fyri, og eg ynski tykkum ein góðan túr víðari.

 

Á myndini: Elsebeth Mohr Vang og Tórvør Vang. Tórvør hevur súkkla við Team Rynkeby Føroyar øll árini, síðan byrjan í 2014.

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim