Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

10-07-2017

Heilsan til Team Rynkeby Føroyar


Heilsan frá Krabbameinsfelagnum til Team Rynkeby Føroyar.

 

Nú nærkast

 

Um 9 dagar og eini 1400 km súkkla tit eftir Champs-Élysées í París.

 

Tá hava tit rokkið málinum, sum tit settu tykkum og vóru vald út til í september í fjør.

 

Kanska er tað væl meiri enn 10 mánaðir síðan, tit tóku fyrsta stigið og sendu umsóknina.

 

Vigaðu kanska fyri og ímóti at fara undir ferðina.

 

Fyrsta stigið er líka týdningarmikið, sum síðsta traðkið inn eftir Champs-Élysées í París.

 

Í veruleikanum er tað fyrsta stigið tað týdningarmesta.

 

Høvdu tit ikki tikið tað, var eingin ferð og einki mál at rokkið.

 

Kinverjar siga, at hugsar tú ov leingi um næsta stigið, so livir tú lívið á einum beini. Tað er einki lív.

 

Líka sum vit kunnu kjakast um, hvør var fyrst: hønan ella eggið, er eisini nógv sagt og skrivað um, hvat er týdningarmiklari: málið ella leiðin á málið.

 

Nógv klók vilja vera við, at í tí kappingini vinnur leiðin á málinum.

 

Tykkara leið hevur verið long og vóni eg, eisini góð.

 

Tit hava vant. Fyrst spunnið inni og so súkklað í vakrastu ’venjingarhølum’, sum hugsast kunnu: í føroysku náttúruni.

 

Tit hava fingið vøddar, tit kanska ikki vistu um – og eisini verið eym og sár, á ókendum støðum.

 

Tit hava knýtt nýggj og sterk vinabond, og kanska eisini onkuntíð físt meira, enn tit vildu.

 

Tit hava flent, so búkvøddarnir vóru teir eymastu vøddarnir, og tit hava kanska eisini felt okkurt tárið.

 

 

Tit kunnu bretta tykkum á.

 

Ikki bara, tí at tit síggja ógemeina gott út – og enntá betur í dag, enn tit gjørdu, áðrenn tit fóru undir at venja.

 

Men tit kunnu serliga bretta tykkum á, tí tit og tykkara ferð til París birta ljósglottar í lívinum hjá øðrum.

 

Hjá børnum, foreldrum, systkjum. Hjá familjum, sum hava fingið eina byrðu á síni lívsleið, sum mangan er ræðuliga tung at bera. Tit ganga, sjálvboðin og við sveitta og stríði, leiðina við teimum og lætta um teirra byrðu.

 

Stóra, stóra tøkk fyri tað. Tit eru fyrimyndarlig.

 

 

Góða ferð til París. Fyri Krabbameinsfelagið ynski eg tykkum blíðan byr, hóskandi veður, at tit ansa væl eftir hvør øðrum, bera yvir hvør við øðrum og ikki mist, eisini bera yvir við tykkum sjálvum.

 

Og eisini ynskja vit tykkum nógvar góðar løtur, sum tit kunnu taka upp úr minnisskjáttuni aftur seinni á lívsleiðini.

 

Takk, at tit ikki liva lívið á einum beini.

 

Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim