Ring : +298 31 79 59 Skriva : kmf@krabbamein.fo

Í kurv -

Til Gjaldingar
Krabbameinsfelagið
Show navigation
  • Heim
  • Fá hjálp
    • Ráð og vegleiðing hjá Krabbameinsfelagnum
    • Umsókn um fíggjarligan stuðul
    • Sosialráðgevi
    • Hjálparbólkar
    • Facebookbólkar
    • Donsk sjúkujournal
    • Seinárin
    • Seksualitetur
    • Rørslutilboð
    • Enn kvinna - filmur
    • Út at ferðast - hvat skal eg hugsa um?
    • Tá ið ein starvsfelagi fær krabbamein
    • Tann síðsta tíðin
    • Tá onkur doyr - Skiftirætturin
    • Faldarar
    • Slóðir
  • Fyribyrging
    • Sjey tekin at geva sær far um
    • Mammografi screening
    • Kanna bróstini
    • Miðvís átøk ímóti lívmóðurhálskrabba
    • HPV-koppseting
    • Fleiri krabbasjúkur kunnu fyribyrgjast
    • Legg av at roykja
    • Krabbamein og rúsdrekka
    • Sólráð
    • Gransking
  • Stuðla
    • Tekna teg sum lim
    • Nethandil
    • Jarðarferð
    • Team Rynkeby Føroyar
    • Spyr.fo
    • Grannakaffi
    • Stuðlar
  • Um felagið
    • Nevndin
    • Starvsfólk
    • Viðtøkur felagsins
    • Virkið felag síðan 1979
    • Búmerkið
    • Ársfrágreiðing
    • Heilsan frá Siri Stenberg
    • Krabbameinsætlanin
    • Tilmæli um palliatión
    • Tilmæli um ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein
    • Limaskapir
    • Greinar
  • Børn og sorg
    • Filmsupptøkur frá skeiðnum 27. september
    • Børnini koma til orðanna - filmar
    • Framløga frá almenna fyrilestrinum
    • Framløga frá skeiðunum um børn og sorg
    • Faldarar, bøkur og annað tilfar um børn og sorg
  • en

Heim

09-06-2017

Kom og gakk Føroya vakrasta hálv maraton saman við Ítróttarfelagnum Frælsi og Krabbameinsfelagnum


Frælsi í Vágum og Krabbameinsfelagið skipa fyri hálvmaraton renning og gongu½maraton leygardagin 2. september 2017, tilmeldingin er byrjað.

 

Føroya vakrasta hálv maraton

 

Aftur í ár skipa ítróttarfelagið Frælsi, í Vágum, og Krabbameinsfelagið fyri hálvmaraton renning og gongu½maraton. Teinurin runnið og gingið verður er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandavági. Føroya vakrasta hálvmaraton verður 2. september 2017.

 

Tað var í 2014, tá Ítróttarfelagið Frælsi hevði 10ára ársdag, at skipa varð fyri fyrsta hálv maraton renningini í Vágum. Undirtøkan seinastu trý árini hevur verið serstakliga góð og í fjør var met stór luttøka, at neyðugt varð at steingja fyri fleiri tilmeldingum tá komið var uppá 300 luttakarar. Stóri áhugin fyri Føroya vakrasta hálv maraton hevur ført við sær, at avgerð er tikin um at í 2017 verður markið sett við 500 luttakarar. Tilmeldinging fer fram á https://www.atgongumerki.fo/fif/.

 

Útlendingar eru eisini farin at geva Føroya vakrasta hálv maraton ans við at fleiri tilmeldingar til renningina í ár longu eru komnar og fleiri eru væntandi. Runnið verður gjøgnum allar bygdirnar í Vágum, har byrjað verður í Gásadali og komið verður á mál við kirkjuna í Sandavági. Kommunurnar í Vágum hava víst stóra vælvild og hjálpsemi, eins og Vága Floghavn, Hiddenfjord, FK í Miðvági og EUR express hava stuðlað Føroya vakrasta hálv maraton.

 

Eins og í 2016 verður møguligt bæði at ganga og renna hálv maraton. Tó verður ein broyting gjørd, soleiðis at tey sum ganga byrja 1 tíma áðrenn, so bæði gangarar og rennarar koma á mál nøkunlunda samstundis. Rutan hjá teimum sum ganga verður tann sama sum hjá rennarunum. Tað vil siga, at í mun til í fjør verður ikki gingið upp um “fjallið” úr Vatnsoyrum til Miðvágs, men eftir landsvegnum fram við Vatnið. Eins og í fjør verður vegurin stongdur í ein og ein hálvan tíma, frá kl. 11.30 til 13.00.

 

Tey sum ætla sær at ganga hálv maraton møta kl. 8.30 við skúlan á Giljanesi har startnummur verða útflýggjaði og fara við bussum til Gásadals kl. 9.15 og byrja at ganga kl. 10.00. Rennarnir møta kl. 9.30 við skúlan á Giljanesi har startnummur verða útflýggjaði. Av Giljanesi verður farið við bussi til Gásadals kl. 10.15, starturin er kl. 11. Fyri hvørjar 5km verður ein vatnpostur. Møguligt verður hjá øllum luttakarunum at skifta og lata skiftiklæðir inn, til at heinta eftir renningina, har møguleiki somuleiðis verður at fara undir brús.

 

Fyrireikarnir vóna at síggja nógvar gangarar og rennarar, men eisini nógvar áskoðarar fram við vegnum sum fara at heppa á tey tá teinurin í støðum kann vera eitt sindur tungur.

 

Tilmeldingin fer fram á https://www.atgongumerki.fo/fif/. Tey sum melda seg til í seinasta lagi mikudagin 2. august gjalda 275kr, eftir hetta verður luttøkugjaldið 300kr. Tað er møguligt at melda til renningina fram til hósdagin 31. august á midnátt um ikki er komið uppá 500 luttakarar, tá lukkað verður fyri tilmelding.

 

Luttakarar, sum renna hálvmaraton og, sum tekna seg í seinasta lagi 2. august fáa eina renniblusu.  Luttakarar, sum ganga gongu½maraton lata, eins og í fjør,100kr av luttøkugjaldinum til Krabbameinsfelagið.

 

Ongar broytingar verða gjørdar á tilmeldingini eftir 31. august.

 

Sí film um Føroya vakrasta hálvmaraton her https://vimeo.com/185238960

« Aftur

Krabbameinsfelagið

Grønlandsvegur 58

Postboks 1216

110 Tórshavn

T-postur: kmf@krabbamein.fo

Telefon: 31 79 59

V-tal: 343404

 

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag

frá kl. 13:00 til 15:00 á tlf. 31 79 59

 

+298 31 79 59
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Melda til tíðindabræv

Her ber til at melda seg til tíðindabræv frá krabbameinsfelagnum

 

Ein loysn frá Sendistovuni
stuðla
Stuðla

Samband

Samband

Samband

Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 13:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, kanst tú altíð leggja boð á telefonsvararan og so ringja vit aftur.
 

  +298 31 79 59
  kmf@krabbamein.fo
  Krabbameinsfelagið á Facebook


Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

 

 

Tekna teg sum lim

Tín stuðul hjálpir teimum, sum hava krabbamein.

Tekna teg sum lim