Stuðla Krabbameinsfelagnum, tá ið tú keypir ferðaseðil frá 62°N vinna

Stuðla Krabbameinsfelagnum, tá ið tú keypir ferðaseðil frá 62°N vinna
Ferðamannaskrivstovan 62°N hevur nú stovnað eina vinnudeild á ferðaskrivstovuni við Hoydalsvegin. Enn størri dentur fer at verða lagdur á vinnukundar og kundar frá tí almenna, og deildin fer burtur av at avgreiða arbeiðsferðir. 62°N hevur í hesum sambandi gjørt av, at fyri hvønn ferðaseðil, sum vinnudeildin selur, so letur 62°N Krabbameinsfelagnum 15 krónur.
Vit í Krabbameinsfelagnum fegnast stórliga um samstarvið við vinnudeilduna hjá 62°N, og vit vóru skjót at siga ja, tá ið stjórin í 62°N spurdi okkum, um vit vóru áhugað. Inntøkurnar hjá Krabbameinsfelagnum eru í høvuðsheitum limagjald, gávur frá einstaklingum og gávur frá feløgum. Jú fleiri stuðla Krabbameinsfelagnum, betur fáa vit hjálpt. Vit fáa hjálpt teimum, sum hava ella hava havt krabbamein, og teimum sum varða av og eisini stuðlað teimum, sum granska, soleiðis at krabbameinsgátan einaferð kann verða loyst.