Gongu1/2maraton 3. juni í 2017

Gongu1/2maraton 3. juni í 2017
Leygardagin gingu 131 fólk hálvmaraton hjá Krabbameinsfelagnum, sum var partur av Tórshavn Maraton. Vit í Krabbameinsfelagnum fegnast stórliga um undirtøkuna, tiltakið hevur fingið.
Hjartans tøkk øll tit, sum skipaðu fyri og sum á ymsan hátt hjálptu til og góvu tykkara íkast til, at tiltakið eydnaðist so avbera væl
Talan, hjá forkvinnuni í Krabbameinsfelagnum til Tórshavn Maraton 2017, sæst niðanfyri:
Lívið kann onkuntíð kennast sum eitt spæl. Onkuntíð kann tað vera eitt baks. Eitt satt baks.
Fært tú boðini, at tú ella ein av tínum hevur fingið krabbamein, kennist lívið ikki bara sum eitt baks. Tað kennist, sum at tað púrasta steðgar. Ljós, gleði, ja meining, alt er horvið. Einki er, sum tað var.
Tíbetur er tað sum oftast so, at tað gongur ikki so ræðuliga long tíð, til ein ljósrípa aftur er at hóma. Láturin er eisini so mikið nasadjarvur, at hann varisliga kemur á gátt.
Tí lívið vil sleppa framat.
Hvørt vár uppliva vit, hvussu ljósið og lívið stríðast at sleppa framat.
Dagurin skúgvar náttina burtur frá báðum síðum, bæði um morgunin og um kvøldið.
Alt grønkast og vit lukta og næstan hoyra, hvussu grasið veksur. Millum alt tað grøna eru vakrar gular sóljur av ymiskum slagi. Seinni koma hvítu mýrifípurnar og reyðu akkuleyurnar. Umframt allar hinar blómurnar og litirnir.
Aftur við øllum litunum er livandi tónleikur. Eitt stórt og fjølbroytt fuglakór. Summir av fuglunum hava roynt at lætt um hjá okkum allan tann myrka og baldruta veturin. Aðrir eru og vitja, fyri at gera okkum várið og summarið enn betri.
Serliga tá ið vit fara út at ganga, síggja og hoyra vit várið, sum nú er í ferð við at blíva summar. Vit síggja eisini hini, sum eru farin út at ganga. Vit smílast, práta. Verða kanska rørd, og okkurt tárið sæst í eygnakrókinum.
Í dag eru vit aftur nógv, sum hava tikið av og fara at ganga eitt hálvt maraton. Óivað er onkur, sum heldur okkum vera í ørviti. Og at tey, sum fara at renna hálvt, og enn tá heilt maraton, eru púra í ørviti. Líka leggja vit í tað. Vit gleðast í staðin um, at tað ber til.
Og tað er ikki av ongum, at tað ber til. Tað hevur kravt nógvar, nógvar tímar. Allar flestu tímarnar eiga fólk í Bragdinum, og tað er sjálvboðið arbeiði. Tað er eitt megnar tak, tit taka. 1000 takk. Landsverki, Tórshavnar kommunu og ikki at gloyma tykkum, sum standa vakt, takka vit eisini hjartaliga. Vit í Krabbameinsfelagnum kenna okkum ógvuliga heppin, at vit sleppa at vera partur av Tórshavn Maraton.
Um lívið er lætt ella tungt, er ofta spurningur um hepni. Ella óhepni.
T.d. tað at fáa krabbamein ella at sleppa undan. At sjúkan verður staðfest tíðliga ella tá ið hon hevur spjatt seg. At tola viðgerðina væl ella illa.
Summi eru so heppin, at sjúkan verður lekt. Onnur eru tað tíverri ikki.
Á túrinum í dag fari eg onkur strekki at hugsa um tey, og fylgjast við teimum, sum eg havi mist.
Og teimum, sum beint nú stríðast við krabba.
Eisini fari eg at takka fyri og gleðast um, at eg og fleiri við mær eru so heppin, at vit blivu frísk. Og sleppa at liva.
Góða ferð øll somul – og blíðan byr.