Krabbameinsfelagið verið á fundi við Heilsu- og Innlendismálaráðið

Á fundinum vórðu tvey evni umrødd: nýggj krabbameinsætlan og umstøðurnar hjá krabbameinssjúklingum, sum liggja til tað síðsta og hava brúk fyri palliativari viðgerð og røkt.
Í Krabbameinsfelagnum eru vit sera fegin um krabbameinsætlanina, ið varð orðað í 2009. Nógv tilmæli eru sett í verk, og krabbameinsøkið er ment nógv hesi 8 árini, og tað er at fegnast um. Sum bæði Krabbameinsfelagið og landsstýriskvinnan áður hava víst á, so er tíðin nú búgvin at endurskoða ætlanina og gera nýggja og dagførda krabbameinsætlan fyri Føroyar.
Tá ið palliativa toymið og serliga palliativa eindin vórðu stovnað, batnaðu umstøðurnar nógv hjá doyggjandi krabbameinssjúklingum og familjum teirra. Umstøðurnar eru tó ikki nøktandi, og nakað er eftir á mál. Økið má styrkjast og útbyggjast, og ynskiligt er at fáa hospice. Neyðugt er eisini at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum heldur vilja sleppa at doyggja heima.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu- og innledismálaráðið segði, at ætlandi fer at verða arbeitt við báðum hesum evnunum seinni í ár.