Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Ljósareyður oktober við felagsskapi og rørslu

21/9/2026

Oktober verður um allan heim róptur ljósareyður oktober, tí tá verður varpað ljós á bróstkrabba.

Í Krabbameinsfelagnum hava vit gjørt av, at í ár er ljósareyði oktober fyri øll. Vit fara at leggja dent á felagsskap og rørslu, og endamálið er at skapa høvi hjá fólki at hittast, vera saman og taka lut á ymiskan hátt. Tiltøkini eru fjølbroytt og eru spjadd um landið. Øll eru vælkomin.

Trýst á leinkjurnar niðanfyri fyri at lesa meira um tiltøkini.

Skrá fyri oktober

1. oktober - Fyrilestur við Eyð Gudmundsson, sjúkrarøktarfrøðingi,  veður í Bókasavninum við Løkin kl. 19.30

7. oktober - Mikudagin 7. oktober kl. 16.00 verður skipað fyri felags gongutúri í Trongisvági

9. oktober - Mini hyrox og saunagos by night í Ven í Miðvági frá kl. 19-21

11. oktober - Varmakeldugarðurin skipar fyri familjudegi við  skattaveiðu frá kl. 13-16

15. oktober - “heilsa í mun til krabbamein” Terapieindin á  Klaksvíkar Sjúkrahúsið hevur upplegg í Varpinum kl. 18.30

15. oktober - Gongutúrur við Marjun Holm úr Kirkjubø til Havnar, fari  verður til gongu kl. 16

16. oktober - Felagsdypping við Hallu Nolsøe verður á Sandegerði kl. 19

17. oktober - Renn og gakk við Treystinum í Klaksvík kl. 11

17. oktober - Dypping á Borðoyavík kl. 12.00

18. oktober - Stuðulsrenning hjá Bragdinum verður á Tórsbreyt kl.  16

20. oktober - Gongutúrur við Marjun Holm út á Trælanípuna, fari  verður til gongu kl. 16

21. oktober - Venjing í Fysioteapiini á Suðuroyar Sjúkrahúsið kl.  16-17

22. oktober - Gongutúrur við Marjun Holm frá Gellingarkletti um Sundsháls til Havnar, fari verður til gongu kl. 16

24. oktober - Súkklu og aerobic maraton í Yndi kl. 9-13

26. oktober - Fyrilestur við Hans Pilgaard í Smæruni kl. 18, tilmelding neyðug

29. oktober - Hugnaløta í Ólastovu í Trongisvági kl. 16

29. oktober - Bindihugni á Grønlandvegi 58, í Havn kl. 18.30, tilmelding neyðug

31. oktober - Gakk og renn saman við Frælsinum í Miðvági kl. 10-11

31. oktober - Dypping og dyppimikk við Alduni í Miðvági kl. 11