Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

VÓN - Eitt kvøld við Hans Pilgaard

26/10/2026 18:00
Smæran

VÓN - Eitt kvøld við Hans Pilgaard

Eitt persónligt og erligt kvøld um krabbamein, myrkur, kærleika – og um vónina, sum altíð er har.

Mánakvøldið 26. oktober kl. 18 - 20 tekur Hans Pilgaard okkum við inn í sína egnu søgu og fortelur um møtið við krabbamein – um óttan og óvissuna, um upp- og niðurtúrar, ljós og myrkur, men eisini um kærleika, nærveru og vón.

Á leiðini gjørdist tað eisini greitt fyri honum, hvussu stóran týdning familja, vinir og tey nærmastu hava, tá lívið brádliga broytist.

Tí eingin eigur at standa einsamallur við krabbameini.

Hetta verður ikki bert ein fyrilestur, men eitt kvøld við nærveru og samrøðu. Hans deilir sína søgu og bjóðar áhoyrarunum við í eina opna samrøðu um tað at verða raktur, um at standa í myrkrinum og kortini megna at finna ljósið – og síggja tær smáu, dýrabaru løturnar í lívinum.

Ein týðandi boðskapur hjá Hans er:

At tað ALTÍÐ er vón.

At vit hava tørvá øðrum, tá vit eru bangin og kenna okkum einsamøll.

Og at vit ikki mugu gloyma tey avvarðandi. Tí tá krabbamein rakar eitt menniskja, rakar tað eisini makan, familjuna og tey nærmastu.

Skráin

Fyrilestur við Hans: 30–45 min.
Steðgur: 15 min.
Spurningar og opin samrøða: 30–45 min.

Tilsamans uml. 1½–2 tímar.

Eitt kvøld um tað, sum kann kennast ómetaliga tungt – men eisini um tað, sum kann bera okkum ígjøgnum.

Tí eisini tá tað er myrkt, er vón.

Avmarkað pláss - tilmelding neyðug

Tilmelding

Takk fyri tilmeldingina

Vit seta okkum í samband við teg, um tað verður neyðugt. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 317959, ella við at senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.
Okkurt gekk galið. Royn aftur.