Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Nevndin

Varpa ljós á hjálp  og ráðgeving

Lívið er løtur. Summar eru góðar, aðrar minni góðar. Fært tú boðini, at tú ella ein av tínum hevur fingið krabbamein, er tað, sum at løtan stendur still, og óteljandi tankar fara gjøgnum høvdið eftir lítlari løtu. Tað kennist, sum verður grundvøllurin skakaður. Tá er gott at hava hollar stuðlar at styðja seg til - familju, vinfólk, starvsfelagar, grannar og onnur.

Vit í Krabbameinsfelagnum vilja eisini stuðla. Birta vón og lívsmót. Lætta um, tá harðast leikar á. Ráðgeva og hjálpa. Tíbetur eru nógv, sum rætta eina hjálpandi hond. Limir, sjálvboðin og fyritøkur gera áhaldandi eitt stórt arbeiði. Teirra stuðul ger, at felagið kann hjálpa enn betur og uppaftur fleiri.

Hóast lívið ofta er hart, kunnu løtur vera góðar. Løtur saman við øðrum. Løtur við umsorgan. Løtur, har vit eru saman í sorgini. Løtur, tá ið vit samgleðast, tí tað gongur betur. Og tí tað gongur væl.

Vit í Krabbameinsfelagnum vilja fegin gera okkara fyri, at tær góðu løturnar fjølgast.

Nevndin í Krabbameinsfelagnum

Nevndin

Á myndini frá vinstru: Magnus Magnussen, Hansina Mikkelsen, Durita Tausen, Marnar Fríðheim Kristiansen og Aksel Haraldsen