Stuðla fast sum limur
Við tínum stuðli kann Krabbameinsfelagið áhaldandi veita hjálp, stuðul og ráðgeving til fólk, sum eru rakt av krabba og teirra avvarandi.
Hjálp okkum at hjálpa
Tað er lætt at gerast limur í Krabbameinsfelagnum. Limagjald verður goldið einaferð um ári, í oktober.
Limagjald: einstaklingar 200 kr. árligt, hjún/sambúgvandi 300 kr. árligt og feløg/stovnar 500 kr. árligt.
Limaskrásetingin fer fram umvegis skipanina Mínrokning hjá Elektron, sum eisini skrásetur eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu, tí verður samleikin nýttur. Fyll teigarnar út, vel um tú vilt vera limur sum einstaklingur ella felag, og trýst á Melda til.