Fyribyrging

Sannlíkt er, at umleið ein triðingur av øllum krabbameinstilburðum kunnu fyribyrgjast. Tí er tað týdningarmikið, at vit í Føroyum fara undir tiltøk við atliti at minka um tilburðirnar og harvið deyðatalið av krabbameini.

Bróstkrabba

Screening av bróstum

Mammografiscreening er eitt tilboð til allar kvinnur í aldursbólkinum 50-69 ár um, at fáa tikið røntgenmyndir av bróstinum. Ein mammografiscreening kann vísa broytingar í bróstinum, sum ikki ber til at merkja við fingrunum.

Lívmóðurhálskrabba

Screening fyri lívmóðurhálskrabba

Allar kvinnur í aldursbólkinum 23-64 ár fáa bjóðað regluliga fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba. Hetta verður gjørt við eini einfaldari kanning hjá kommunulækna. Endamálið er at diagnostisera forstig til lívmóðurhálskrabba og kunna veita viðgerð skjótast gjørligt. 

Tarmkrabbi

Mæla til screening í Føroyum

Í krabbameinsætlanini fyri Føroyar, sum Heilsumálaráðið kunngjørdi í apríl í 2022, varð mælt til, at tað eins og í okkara grannalondum verður farið undir screening fyri tarmkrabba. Mælt varð til at seta ein arbeiðsbólk at fyrireika tilboðið og gera eitt nágreiniligt tilmæli um, hvat krevst fyri at fara undir tílíka screening í Føroyum.

Fyrimunurin við at screena fyri tarmkrabba er, at mann finnur sjúkuna fyrr og sostatt fær betri viðgerð. Í Krabbameinsætlanini frá 2022 vóru ynski um, at fleiri átøk skulu setast í verk. Teirra millum eru tvey tilmæli, sum vórðu send til Heilsumálaráðið um eina útgreiningar- og ávísingareind og eina screeningseind. Hesar eindir eru neyðugar, metir Landssjúkrahúsið, áðrenn tarmscreening kann setast í verk.

Fyribyrging

Sjey tekin at 
geva sær far um

Fleiri ymisk tekin kunnu vera um, at krabbamein ger um seg, og vísir okkurt av teimum seg, er umráðandi at fara til lækna. Kræftens Bekæmpelse í Danmark hevur almannakunngjørt sjey høvuðstekin, sum Krabbameinsfelagið eisini vísir á.

Gransking

Krabbameinsfelagið arbeiðir fyri at stuðla og upplýsa um gransking í krabbameini.