Vit bjóða eina røð av tilboðum, eitt nú: ráðgeving, persónligar samrøður, familjusamrøður, rørslutiltøk og onnur tiltøk, eitt nú hugnaløtur, fyrilestrar o.a. harafturat eru ymiskir samrøðubólkar eisini.
Krabbameinsfelagið varð stovna í 1979 undir navninum Føroya Felag móti Krabbameini.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.
Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.
Kom til kvøldsetu í Bókasavninum við Løkin hóskvøldið 1. oktober kl. 19.30
Mikudagin 7. oktober kl 16.00 verður skipað fyri felags gongutúri í Trongisvági - øll eru vælkomin.
Fríggjakvøldið 9. oktober kl. 19.00 skipa Ven og Kvirra fyri "mini hyrox" og saunagos by night! Vit samantvinna renning og styrkivenjing í 1 tíma og saunagos í 1 tíma.
Familjudagur og skattaveiða á Varmakeldugarðinum sunnudagin 11. oktober millum kl. 13.00 - 16.00.
Gongutúrur frá Kirkjubø til Havnar hósdagin 15. oktober kl. 16.00. Hetta er ein miðal torførur túrur, verið ílatin eftir veðrinum og í góðum gonguskóm. Vit møtast við rulluportrið beint áðrenn Kirkjubø
"Heilsa í mun til krabbamein" Terapieindin á Klaksvíkar sjúkrahús hevur upplegg í Varpinum í Klaksvík hósdagin 15. oktober kl. 18.30
Fríggjadagi 16. oktober kl. 19.00 verður skipað fyri felagsypping á Sandagerði.
Leygardagin 17. oktober kl. 12.00 dyppa vit á Borðoyavík. VIt fáa okkum ein kaffimunn aftaná.
Sunnudagin 18. oktober skipar Ítróttafelagið Bragdið fyri stuðulstiltak - Vit byrja við upphiting á Tórsbreyt kl 16
Krabbameinsfelagið skipar fyri samrøðubólki fyri fólk, sum hava ella hava havt krabbamein í tarmi/endatarmi. Bólkurin byrjar mánadagin 19. oktober.
Endamálið við bólkinum er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, tankar og trupulleikar, sum missurin av makanum gevur og hevur.
Gongutúrur út á Trælanípuna týsdagin 20. oktober kl. 16.00. Hetta er ein miðal lættur túrur.
Mikudagin 21. oktober frá kl. 16.00 - 17.00 verður skipað fyri góðari venjing í fysioterapihølunum hjá Suðuroyar Sjúkrarhúsið.
Hósdagin 22. oktober kl. 16.00 fara vit at ganga frá Sundshálsi um Kleynisvarða til Havnar. Hetta er ein lættur túrur, verið ílatin eftir veðrinum og í góðum gonguskóm.
Leygardagin 24. oktober skipar Yndi fyri súkklu- og aerobic maraton frá kl. 09.00 - 13.00
Eitt persónligt og erligt kvøld um krabbamein, myrkur, kærleika – og um vónina, sum altíð er har. Hvar?: í Smæruni - Nær?: 26. oktober kl. 18
Tórsdagin 29. oktober kl. 16.00. Góð og hugnalig samvera. Sjálvandi er ein góður kaffimunnur og okkurt afturvið á borðinum.
Dámar tær væl at binda? So er hetta kanska nakað fyri teg. Hóskvøldið 29. oktober kl. 18.30 skipar Krabbameinsfelagið fyri bindihugna
Frælsi skipar fyri Gakk og renn leygardagin 31. oktober kl. 10.00
Leygardagin 31. oktober kl. 11.00 skipar Aldan fyri dypping og dyppimikk á klettinum í Miðvági.
Ætlanin er at byrja bólk fyri ung vaksin, sum hava sjúk foreldur 2. november - Samrøðubólkurin er fyri ung vaksin, sum hava sjúk foreldur.
Skeiði í “Síðstu hjálp” hevur til endamáls at geva tær vitan og førleikar,sum avvarðandi, at vera um og vera stuðul hjá einum doyggjandi.