Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Skal tú nýta búmerkið hjá Krabbameinsfelagnum?

Um tú nýtur búmerkið hjá Krabbameinsfelagnum í handilsligum ella vinnuligum samanhangi kann hetta einans gerast eftir avtalu og í samráð við Krabbameinsfelagið. Set teg í samband við Krabbameinsfelagið á kmf@krabbamein. fo og hoyr nærri.

Søgan um búmerki

Heldin er búmerkið hjá Krabbameinsfelagnum og ímyndar virðisgrundarlagið hjá felagnum. heldin er gamalt føroyskt hjálparamboð, ið varð nýtt til at bera størri byrðar av hoyggi við.

Heldin bæði knýtir saman og loysir eina byrðu upp aftur. Júst soleiðis ynskir Krabbameinsfelagið at hjálpa tær, ið er ella hevur verið sjúk/-ur av krabbameini, so tunga byrðan gerst lættari hjá tær og tínum at bera.

Niðan fyri síggjast myndir frá forngripasavninum.

Tveir menn við held á baki.
Ein held við reipi í.