Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Gransking

Krabbameinsfelagið arbeiðir fyri at stuðla og upplýsa um gransking í krabbameini.

Krabbameinsgransking er í høvuðsheitum grundgransking viðvíkjandi krabbameini við atliti til at staðfesta orsøkir og fyri at menna strategiir fyri fyribyrging, diagnostikk, viðgerð og leking av krabbameini.

Gransking í Føroyum

Stuðulsmøguleikar

Hevur tú eina verkætlan? Til ber at søkja um granskingarstuðul frá Krabbameinsfelagnum til verkætlanir, sum kunnu menna krabbameinsøkið í Føroyum.

Úr Team Rynkeby Føroyar grunninum ber til at søkja um stuðul til verkætlanir, sum snúgva seg um lívshættisliga sjúku hjá børnum.

Meira kunning um stuðul og treytir fyri at søkja, fæst við at venda sær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959, ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo.

Eisini ber til at søkja um stuðul til gransking frá norðurlendska krabbameinsfelagnsskapinum Nordisk Cancer Union. Treytin fyri at fáa stuðul er, at verkætlanin er samstarv millum granskarar úr í øllum førum tveimum norðurlendskum londum, sjá upplýsing um stuðulsmøguleikar og treytir.