Gongutúrur út á Trælanípuna
.jpeg)
Gongutúrur út á Trælanípuna týsdagin 20. oktober kl. 16.00. Hetta er ein miðal lættur túrur, tó er sjálvt tað at ganga niðan á Trælanípuna heldur tungt, men tað ber til at fáa sær ein steðg og bíða, um ein ikki ynskir at ganga niðan. Verið ílatin eftir veðrinum og í góðum gonguskóm. Vit møtast við móttøkuhúsið hjá Trælanípuni í Miðvági og fara til gongu kl. 16.00.
Fyrivarni verður tikið fyri veðrinum, um neyðugt er at avlýsa túrin, verður hetta kunngjørt á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum og á facebook vanganum hjá Krabbameinsfelagnum.
Vit fara til gongu kl. 16.00, frá staðnum har túrarnir byrja, møti í góðari tíð.
Kontakt: Marjun Holm - telefon 221466