Gongutúrur frá Kirkjubø til Havnar
.jpeg)
Gongutúrur frá Kirkjubø til Havnar hósdagin 15. oktober kl. 16.00. Hetta er ein miðal torførur túrur, verið ílatin eftir veðrinum og í góðum gonguskóm. Vit møtast við rulluportrið í Kirkjubø og fara til gongu kl. 16.00. Til ber at seta bilin Millum Horna ella á vinnuøkið aftanfyri Noma Tek og taka bussleið nr. 5 Millum Horna kl. 15.37 og biðja bussføraran støðga við rulluportrið. So er lætt at koma til bilin tá vit koma til Havnar. Annars ber til at seta bilin við rulluportrið og taka bussin aftur til Kirkjubøar eftir bilinum við bussleið nr. 5 sum koyrir aftur kl.18.18 millum Horna.
Fyrivarni verður tikið fyri veðrinum, um neyðugt er at avlýsa túrin, verður hetta kunngjørt á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum og á facebook vanganum hjá Krabbameinsfelagnum.
Vit fara tilgongu kl. 16.00, frá staðnum har túrarnir byrja, møti í góðari tíð.
Kontakt: Marjun Holm - telefon 221466