Vit bjóða eina røð av tilboðum, eitt nú: ráðgeving, persónligar samrøður, familjusamrøður, rørslutiltøk og onnur tiltøk, eitt nú hugnaløtur, fyrilestrar o.a. harafturat eru ymiskir samrøðubólkar eisini.
Krabbameinsfelagið varð stovna í 1979 undir navninum Føroya Felag móti Krabbameini.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.
Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.