"Síðsta hjálp"
.jpg)
Mikukvøldið 11. november kl. 16:30 – 20:30 verður skeið í “Síðstu hjálp” á Krabbameinsfelagnum. Skeiði er fyri øll yvir 18 ár.
Skeiði í “Síðstu hjálp” hevur til endamáls at geva tær vitan og førleikar, sum avvarðandi, at vera um og vera stuðul hjá einum doyggjandi. Tað er ikki neyðugt at talan er um krabbamein.
Evnini á skeiðinum eru:
- Deyðin er ein partur av lívinum
- Framtíðarætlanir
- At kunna linna
- At siga farvæl
Tað eru Hansina Mikkelsen palliatións sjúkrarøktarfrøðingur og Anna Kristina Joensen ráðgevand i sjúkrarøktarfrøðingur hjá Krabbameinsfelagnum, sum halda skeiðið.
Tilmelding innan 6. november 2026. Boða frá luttøku niðast á síðuni. Ella ring til Krabbameinsfelagið á telefon 317959.
Stað: Grønlandsvegur 58, Tórshavn
Pláss er fyri 10-12 luttakaranum.