Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Sama aldursmark fyri øll solarium

1/9/2026

Sama aldursmark fyri øll solarium

Heilsustýrið mælir til, at solariumlógin verður víðkað, soleiðis at hon eisini fevnir um privatar veitarar av solarium. Í dag er solariumlógin, sum ásetur 18 ára aldursmark, einans galdandi fyri almennar veitarar. Tað merkir, at børn og ung lógliga kunnu brúka solarium í privatum fyritøkum. Harumframt mælir Heilsustýrið til, at greið regulering, skráseting og eftirlit verða sett íverk. 

Krabbameinsfelagið tekur undir við tilmælinum hjá Heilsustýrinum. UV-stráling frá solarium er krabbaelvandi og økir váðan fyri bæði móðurmerkjakrabbameini og øðrum húðkrabba. Váðin er serliga stórur, tá mann byrjar at taka solarium í ungum árum.

Aldursmark eigur at vera galdandi fyri øll solarium – uttan mun til hvør bjóðar tey. At víðka lógina verður tískil eitt týðandi fet rættan vegin at verja børn og ung og at fyribyrgja krabbameini.

Les tilmælið hjá Heilsustýrinum her.

Les meira um solarium her.