Seinfylgjur – lívið eftir krabba
17/4/2026

Seinfylgjubólkurin hittist aftur hósdagin 21. mai kl. 18.00, hesa ferð á Hotel Føroyum. Kom og hoyr Knút Bjarnaskor Johannesen og Marjun Holm, sum bæði hava havt krabbamein, siga frá, hvussu tey liva við sínum seinfylgjum. Eisini verður tíð til prát og hugnaliga samveru afturvið einum góðum drekkamunni.
Boða frá luttøku niðanfyri her á síðuni. Freistin at tekna seg er týsdagin 19. mai kl. 15.00.