Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Gerst limur

Samrøðubólkur fyri teg, sum livir við varandi krabbameinsjúku

10/11/2026

Eitt stað at møtast, deila og finna stuðul.

At liva við krabbameini kann broyta nógv í lívinum. Bæði sjúka og viðgerð kunnu vera krevjandi, kropsliga og sálarliga, og ofta eru nógvar fylgjur av sjúku og viðgerð, eins og stúran og óvissa.

Tankarnir kunnu vera nógvir, og spurningarnir kunnu vera tungir at bera einsamøll ella einsamallur: Fer viðgerðin at hjálpa? Hvussu verður framtíðin? Og hvussu skal eg finna styrki til allar tær avbjóðingar, sum sjúkan hevur við sær?

Tað kann vera gott at hava onkran at tosa við. Onkran, sum lurtar, skilur og kennir nakað av tí, tú sjálv ella sjálvur fert ígjøgnum.

Tí bjóða vit tær at vera við í einum samrøðubólki, har tú kanst hitta onnur, sum eisini liva við einari varandi krabbameinssjúku.

Her er rúm fyri bæði tí, sum er tungt, og tí, sum gevur gleði. Tú kanst deila tínar tankar og upplivingar, lurta eftir øðrum ella bara vera til staðar. Tað er tú, sum bestemmar, hvussu nógv tú hevur hug at siga. Tað týdningarmesta er, at tit kunnu vera saman, skilja hvønn annan og geva hvørjum øðrum stuðul.

Okkara royndir vísa, at tað kann hava stóran týdning at hitta onnur í somu støðu. At deila tað, sum fyllir, kann minka um kensluna av einsemi og geva kenslu av samhaldi, styrki og vón. Tað kann eisini geva nýtt lívsdirvi og hjálpa tær at finna gleði og góðar løtur mitt í einum gerandisdegi, sum er broyttur nógv av sjúkuni.

Starvsfólk hjá Krabbameinsfelagnum skipa fyri og leiða samrøðubólkin.

Ætlanin er at byrja bólkin fyrst í komandi árið, ella so skjótt nóg nógv hava teknað seg.

Hevur tú hug at vera við? Tú ert hjartaliga vælkomin at melda teg til niðanfyri.

Tilmelding

Takk fyri tilmeldingina

Vit seta okkum í samband við teg, um tað verður neyðugt. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 317959, ella við at senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.
Okkurt gekk galið. Royn aftur.