Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Gerst limur

Vit vilja eiga tykkum menn so leingi sum til ber

19/11/2026
Myndin er frá permuni á bókini 161 yvirskegg, sum Føroyaprent, Rit&Rák, Fotostudio og bókhandlarnar í Føroyum lótu gera fyri at varpa ljós á manfólkaheilsu og movember.

Kanska hevur tú nú í november sæð onkran mann við yvirskeggi, sum ikki plagar at hava yvirskegg? Kanska hevur hann fingið sær yvirskegg, tí tað fær hann at síggja enn betur út. Ella kanska er tað, tí november er Movember – tá ið sjóneykan verður sett á heilsuna hjá monnum.

Yvirskeggið fær óivað onkran at smílast, men vónandi fær tað eisini onkran at steðga á og hugsa um heilsuna. Tí vit hava øll menn í lívi okkara, sum vit eru góð við. Pápa, maka, synir, brøður, starvsfelagar og vinmenn.

So tit, sum fáa tykkum movember-yvirskegg: takk fyri tykkara umsorgan og stuðul.

---

Endamálið við Movember er at seta sjóneykuna á heilsuna hjá monnum, millum annað krabbamein í prostata og steinunum. Tað er fyri at minna menn á at ansa eftir sær sjálvum, lurta eftir tí, sum kroppurin roynir at siga, fara til lækna, tá ið okkurt er áfatt, og tora at tosa um tað, sum tyngir.

Tað eru ávís tekin, sum menn eiga at geva sær far um. Sum kunnu vera tekin um krabbamein í prostata og steinunum. Tað kann til dømis vera, at tað er trupult at sleppa av við landið, at blóð er í landinum, at ein knútur er í steinunum, at teir hovna ella broyta skap, ella at sár á penis ikki lekjast.

Hetta er ikki altíð tað lættasta at práta um, men tøgnin loysir einki. Gev tær far um kroppin, lurta eftir honum og far til lækna, um tú merkir okkurt óvanligt og ófrættakent, sum ikki hvørvur aftur.

Her ber eisini til at lesa um sjey tekin, sum øll eiga at geva sær far um: Sjey tekin at geva sær far um. Hetta eru ikki altíð tekin um krabbamein, men tey eiga at verða tikin í álvara.

At fara til lækna er ikki ein veikleiki. Tað er umsorgan fyri tær sjálvum og okkum, sum eru góð við teg.

Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum í Krabbameinsfelagnum og frætta meira um, hvussu vit kunnu hjálpa. Vit hava eisini ein prostatabólk, har menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, kunnu hittast, deila royndir og stuðla hvør øðrum.

---

Kanska hava tit, menninir við movember-yvirskeggi, sjálvir verið sjúkir ella kenna onkran, sum hevur verið sjúk ella sjúkur. Kanska gera tit tað fyri at vísa onkrum, sum stendur tykkum nær, umsorgan og stuðul. Ella kanska varpa tit bara ljós á Movember.

Líka mikið hví, so er tað gott og hjartanemandi, tá ið menn standa saman og vísa umsorgan.

Minnist eisini til, at týdningarmesta umsorganin, tit kunnu vísa, er at ansa eftir tykkum sjálvum. Tí tit eru so óendaliga virðismiklir.

Og vit vilja eiga tykkum – so leingi sum til ber.

‍