Krabbamein - tá ið lívið steðgar á
31/10/2026
.jpg)
Krabbamein – tá ið lívið steðgar á er ein persónlig bók eftir Beintu Løwe. Beinta greiðir erligt og opið frá síni egnu sjúkrasøgu og teimum tankum og kenslum, sum fylgja við at fáa staðfest krabbamein.
Bókin er sera kærkomin, tí hon er skriva á føroyskum av einum føroyingi. Tað finst ikki nógv tilfar á føroyskum um krabbamein og tær avbjóðingar, ið kunnu fylgja við sjúkuni. Tí kann bókin vera ein stórur stuðul og hjálp hjá teimum, sum sjálvi eru sjúk, og teirra avvarðandi.