Aftaná – Lívið eftir krabbamein

Sendingarnar snúgva seg um lívið eftir krabba og um tær avbjóðingar, sum kunnu fylgja við, tá viðgerðin er liðug, m.a. seinárin sum møði, angist, broyttur kroppur og samleiki, arbeiðslív, trúgv, familju- og parlív, fíggjarlig viðurskifti og ótti fyri eftirlitum og afturfalli.
Sissal Kampmann leggur til rættis.
Hoyr sendingarnar niðanfyri:
Aftaná - 1. partur: Áðrenn og aftaná Durita Tausen, Sóley Heradóttir Hammer og Helena Heðinsdóttir Guttesen eru gestir í fyrstu sendingini í sendirøðini Afraná - 14-10-2026
Aftaná - 2. partur - Møði/Cancer fatique Í sendingini tosa vit um, hvussu møðin kennist, hvørjar avbjóðingar hon hevur við sær, og hvat kann lætta um gerandisdagin hjá teimum, ið liva við henni - 21-10-2026
Aftaná - Partur 3: Kroppurin Gestir í sendingini eru Aksel Haraldsen, Eir í Ólavsstovu, Maria Jørdal Niclasen og Suni Poulsen - 28-10-2026