Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

“Síðsta hjálp”

26/2/2026 16:30

Hóskvøldið 26. febuar kl 16:30 – 20:30 verður skeið í “Síðstu hjálp” á Krabbameinsfelagnum. Skeiði er fyri øll yvir 18 ár.

Tilmelding innan 22 febuar 2026 hjá Krabbameinsfelagnum tlf. 317959, sms 217957ella kmf@krabbamein.fo

Stað: Grønlandsvegur 58 Tórshavn

Pláss er fyri 10-12 luttakaranum.

Skeiði í “Síðstu hjálp” hevur til endamáls at geva tær vitan og førleikar, sum avvarðandi, at vera um og vera stuðul hjá einum doyggjandi.  

Evnini á skeiðinum eru:  

- Deyðin er ein partur av lívinum

- Framtíðarætlanir

- At kunna linna

- At siga farvæl

Tað eru Hansina Mikkelsen palliatións sjúkrarøktarfrøðingur og Anna Kristina Joensen ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur hjá Krabbameinsfelagnum, sum halda skeiðið. Tilmelding á telefon 317959, sms til 217957 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo