Samrøðubólkur fyri ung vaksin, sum hava sjúk foreldur

Ætlanin er at byrja bólk fyri ung vaksin, sum hava sjúk foreldur 2. november - Samrøðubólkurin er fyri ung vaksin, sum hava sjúk foreldur. Vit eru saman 5 ferðir, har starvsfólk hjá Krabbameinsfelagnum leiða bólkin.
Endamálið við bólkinum er at hitta onnur í somu støðu, skapa rúm til at seta orð á tær kenslur, tankar og avbjóðingar, sum tað kann føra við sær at hava foreldur, sum hevur krabbamein.
Bólkurin byrjar mánadagin 2. november og vit hittast síðani mánadag 14. desember, mánadag 25. januar , mánadag 22. februar og mánadag 22. mars. Allar dagar frá kl. 13.00 –15.00.
Tilmelding niðanfyri ella ring og hoyr nærri á telefon 317959.