Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Qigong í Runavík - Heystið 2026

18/8/2026 16:30
Gula Smiða - Runavík

Nýtt skeið í Qigong, byrjar týsdagin 18. august 2026 kl. 16.30 í Gulu Smiðju í Runavík. Tilmelding niðast á síðuni.

Qigong kann geva eitt friðarrúm mitt í tí, sum annars kann kennast tungt og ótrygt. Við mjúkum rørslum, djúpum andadrátti og nærveru, verður kroppurin stuðlaður á ein mildan og kærleiksfullan hátt. Tað snýr seg ikki um at avrika, men um at finna sambandið aftur við kroppin, andadráttin og lívsgleðina.

Mong uppliva, at Qigong gevur:

* innara ró

* betri svøvn

* minni strongd og ótta

* meira orku í gerandisdegnum

* eina kenslu av lættleika og gleði

Í venjingunum er pláss fyri bæði veikleika og styrki. Tað er í lagi at taka sær stundir, anda djúpt og bara vera. Smáar rørslur kunnu skapa stórar broytingar í kroppinum og sinninum.

Øll fáa eisini einfaldar og góðar venjingar við heim, sum kunnu gerast í egnum tempo. Hetta eru venjingar, ið kunnu brúkast í gerandisdegnum til at skapa ró, styrkja orkuna og geva kroppinum umsorgan — eisini á teimum døgum, tá orkan er lítil.

Qigong er ein innbjóðing til meira mjúkleika, ljós og gleði í einum tíðarskeiði, har kroppur og sál hava tørv á eyka umsorgan.

Niðanfyri eru frásagnir frá tveimum, sum hava verið til Qigong hjá Krabbmeinsfelagnum:

Luttakari:

“Nú havi eg verið til 3 skeið og hetta hevur givið mær so nógv, tá eg byrjaði visti eg slettis ikki hvat tað var, og var so troytt, sum inná bein. Eg hevði tað virkuliga ikki gott.

Tá eg so hevði verið einar tvær ferðir fann eg útav, hvussu gott tað fyri meg m.a. svav sum ein steinur aftaná hvørja venjing.. Nú kann eg bara siga at eg havi rdiliga fingið mótið aftur, fingið meira orku og eri byrja at arbeiða nakrar tímar um vikuna og tað ger nm

“Qigong ger mær so gott, kann ikki vera tað fyri uttan og glað fyri at eg kann koma tá að liggur fyri. Nú eg eri til kontroll í Danmark viðhvørt og venjingin liggur akkurát tá eg eri burturstødd. Kann bara siga at tað er gott og so eisini fyri økslina, sum hevur gikt, fekk illa lyft hana uppeftir og nú næstan sum einki. So her er okkurt, sum er loysna”

Tilmelding

Takk fyri tilmeldingina

Vit seta okkum í samband við teg, um tað verður neyðugt. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 317959, ella við at senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.
Okkurt gekk galið. Royn aftur.