Netverksbólkur fyri makar

11/11/2025 16:15

Vit hittast aftur týsdagin 11. november kl. 16.15 - 18.15. Netverksbólkurin er fyri teg, sum er maki til ein, sum hevur ella hevur havt krabbamein. Í bólkinum fært tú møguleika at deila tankar, kenslur og royndir við onnur í somu støðu sum tú.

At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur, seta orð á, deila ymiskar upplivingar við onnur, sum eru í somu støðu sum tú og skilja teg. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiði á tí, sum fyllir innaní av kenslum og tonkum. Lívsmót og lívsgóðska gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar kunnu tykjast lættari.

Vit hittast týsdagin 11. november 2025 frá kl. 16.15 til kl. 18.15, í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegi 58, í Havn.

Tilmelding á telefon 317959, sms til 217957 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo