Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Eitt lív við krabbameini og eitt lív aftaná, sum er merkt av seinfylgjum

19/2/2026 18:30

Tiltak fyri fólk, ið hava seinfylgjur eftir sjúku og viðgerð fyri krabbamein, verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum hóskvøldið 19. februar kl. 18.30-20.30.

Nógv fólk, sum hava seinfylgjur eftir sjúku og viðgerð, hava eina kenslu av at standa einsamøll. Tí kann tað vera gott at møta øðrum í somu støðu.

Til hetta tiltakið er møguleiki at hitta onnur við seinfylgjum, har man kann deila vitan, tankar og kenslur, umframt tað stúran og ørkymlan, sum fylgjurnar ofta føra við sær.  

Kom við og hoyr hvat onnur dragast við av seinfylgjum. Fá íblástur og hugskot frá øðrum, sum kann vera við til at lætta um og hjálpa tær. Umframt at tað eisini er møguleiki at siga tína hugsan og koma við hugskotum, um hvussu Krabbameinsfelagið kann varpa meira ljós á seinfylgjur.    

Krabbameinsfelagið bjóðar ein drekkamunn, frukt og kaku.

Tilmelding á telefon 317959, ella send okkum ein ein teldupost á kmf@krabbamein.fo í seinasta lagi 18. februar kl. 12.00.