Bólkur fyri kvinnur, sum hava ella hava havt bróstkrabba

At fáa boðini “tú hevur krabbamein” er ræðandi og ávirkar alla tilveruna. At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun og okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur, seta orð á, deila ymiskar upplivingar við onnur, sum eru í somu støðu sum tú og skilja teg. Tí skipar Krabbameinsfelagið fyri samrøðubólki fyri kvinnur, sum hava ella hava havt bróstkrabba.
Til at skipa fyri og leiða bólkin eru ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum. Bólkurin byrjar hósdagin 20. august 2026.
Tíðirnar fyri bólkin eru: hósdag 20. august, hósdag 8. oktober, hósdag 12. november, hósdag 10. december og hósdag 14. januar 2027. Allar dagarnar frá kl. 13.00 til 15.00. Vit halda til á Grønlandsvegi 58, í Havn.
Melda til niðanfyri.