Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Vit varpa ljós á bróstkrabba

21/10/2006

Leygardagin 21. oktober klokkan 15.00 skipar Bót til bata, ið er sjálvhjálparbólkur undir Føroya Felag móti Krabbameini, fyri almennum fyrilestri í Miðlahúsinum í Havn í sambandi við altjóða bróstmánaðin, sum er oktober á hvørjum ári.

Maria Frederiksen fer at siga frá søgu síni. Hon er fødd og uppvaksin í Føroyum, men hevur seinastu nógvu árini búð í Danmark. Bert 22 ára gomul fekk hon krabbamein fyrstu ferð, aðru ferð tíggju ár seinni, og fyri seks árum síðan fekk hon staðfest krabbamein í bróstinum.

Somuleiðis fer Tina Hammer at siga frá søgu síni. Hon er 28 ára gomul, donsk og býr í Danmark, men er gift føroyingi, sum hon eigur eina fýra ára gamla dóttur saman við.

Fyri tveimum árum síðan fekk Tina staðfest bróstkrabba; hon fekk eftirviðgerð og alt sýntist at ganga væl. Men fyrr í ár kom sjúkan aftur og nú hevur hon breitt seg til livrina og heilan. Tina fær aftur kemoviðgerð og stráluviðgerð. Tina fer at greiða frá, hvussu tú kanst hava eitt virðiligt lív, hóast sjúkan er komin aftur og tú veit, at tú ikki verður frísk aftur. Tina var fyrr í hesum árinum í “Alt for damerne”, har hon segði frá søgu síni, og somuleiðis í sendingini hjá QTV fyri góðum tveimum vikum síðan.

Øll eru hjartaliga vælkomin at lurta eftir, hvat Maria og Tina hava at siga frá. Undir tiltakinum fara limir úr sangbólkinum Salt at spæla og syngja.

Bróstmánaðurin endar við tiltaki í felagshølunum hjá Føroya Felag móti Krabbameini á Grønlandsvegnum í Havn týsdagin 31. oktober. Tá verður opið hús fyri kvinnur, ið hava ella hava havt bróstkrabba. Tær, ið hava hug at taka lut, kunnu siga frá áðrenn 30. oktober hjá Føroya Felag móti Krabbameini.