Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

VILT TÚ TAKA LUT Í KANNING ?

4/7/2007

Tey sum ynskja at taka lut í kanningini kunnu venda sær til Føroya felag móti krabbameini, og fáa allar upplýsingar og spurnarblað.

Endamálið við kanningini er at royna at finna fram til, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk soleiðis at sjúklingar og avvarðandi fáa best hugsandi stuðul at koma víðari í lívinum.

Tá ið úrslitini eru klár, skulu tey brúkast til at vísa á, hvørjar trupulleikar sjúklingar halda eru teir mest umráðandi og tí hvør stuðul ger størst gagn.

Øll svarini verða viðgjørd í trúnaði.

Tað er ikki sjúkrahúsverkið, sum hevur tikið stig til hesa kanningina, men Føroya Felag móti Krabbameini.

Tú kanst trygt venda tær til felagið, eisini um tú ikki hevur hug at taka lut í kanningini. Í felagnum fært tú allar upplýsingar um kanningina, tú hevur tørv á – tað er Karen Heinesen, sosialráðgevi, sum hevur ábyrgdina av kanningini.